Virkandi sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi

Søkt eftir virkandi sóknarpresti til tænastuna sum prestur í Glyvra prestagjaldi, nú sóknarpresturin fer í lestrarfarloyvi.
Talan er um tíðarskeiðið 1. november – 31. januar 2026.
Gudstænastur verða hildnar í Glyvra kirkju, Rituvíkar kirkju og Bønhúsinum í Søldarfirði.
Eingin tænastubústaður er til embætið. Einki viðurlag verður latið fyri tvørrandi bústað.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta og andakt á ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Umsøkjarar, ið ikki er prestvígdir, mega hava lokið biskupspróvtøkuna.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at skriva til biskupin: jf@folkakirkjan.fo.
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella umsokn@folkakirkjan.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. september 2025 kl.12.00.