Skriva út

Virkandi sóknarprest til Suðurstreymoyar vestara prestagjald

13.05.2025 Tíðindi
Priest Page0

Søkt verður eftir vikari til Suðurstreymoyar vestara prestagjald. Vit ynskja ein virkandi sóknarprest í tveir mánaðir, juni og juli 2025.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1.

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Hests, Kirkjubøar, Argja og Tórshavnar vestara kirkjusókn.

Eingin tænastubústaður er til starvið. Einki ískoyti verður latið sum viðurlag fyri væntandi bústað. 

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini. Umsøkjarar skulu hava lokið biskupspróvtøkuna. 

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 21. mai 2025. stift@folkakirkjan.fo