Skriva út

Virkandi sóknarprest til Suðurstreymoyar eystara prestagjald

17.01.2026 Tíðindi
Havnar Kirkja1

Søkt verður eftir einum virkandi sóknarpresti til Suðurstreymoyar eystara prestagjald. Talan er um eina tænastu hálva tíð.

Hóast tænastan í prestagjaldinum er hálva tíð, fær viðkomandi aðrar uppgávur sum prestur uttanfyri Suðurstreymoyar eystara prestagjald.

Tilsamans er talan um eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv í tíðarskeiðnum 1. februar – 31. juli 2026.

Høvuðsuppgávur
Yvirskipað er uppgávan tvídeild:

- at vera virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.
- at halda gudstænastur aðrastaðni í landinum eftir áheitan frá próstinum.

Innihaldsliga umfatar kallið

  • at boða Guðs orð, halda gudstænastur og útinna sakramentini.
  • útinna tær kirkjuligu tænasturnar.
  • í samvinnu við próst vera til tænastu í fólkakirkjuni.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd. 

Løn- og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Eingin tænastubústaður er til embætið.

Umsóknarfreist
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til 
umsokn@folkakirkjan.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 27. januar 2026 kl. 12.00.

Kirkjuráðini innstilla prestin, og biskupur er setanarmyndugleiki. 

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Ova Brim, prósti, t-postur ovi@kirkjan.fo