Skriva út

Vilt tú elska meg í fimm ár?

07.06.2018 Tíðindi

Hásongurin sigur, at “kærleikin er sterkur sum deyðin”.

Tað er um summarið at flestu brúdleyp eru, og ja, kærleiki og romantikkur!

Kærleiki er ein fantastisk megi, kærleikin er ótrúligur, men samstundis ræðuligur.
Tá fólk verða forelskaði ella ásttikin, so gerast tey ør í høvdinum. Onkur sigur, at tey verða psykotisk, ella at tey fáa eina ástarkenning. Tey missa sambandið við veruleikan, tey hava ikki bindindi og teirra innari friður er horvin.

Og man sær eisini reint fysiskt, hvussu løgin tey við eitt eru. Tey rodna, sveitta, hjartað dukar títtari, flenna hálvtápuligt, missa matarlystin, kunnu ikki bíða til tey síggja sín elskaða, og tá tey síggjast, so tosa tey eitt annað mál, fara at siga løgnar setningar og kalla hvønn annan fyri løgin orð. Tey eru burturi í hvørjum orðum.

Í Symposion sigur Platon frá grisku mytuni, hví vit øll leita eftir okkara betru helvt. Jú, sigur Platon, at frummenniskjað var trillrunt, og tí manglaði onki. Fýra armar og fýra bein, rundan rygg, tvey rund andlit á einum nakka. Men hetta menniskjað gjørdi uppreistur, so Zeus høgdi tað í tógvar lutir og síðani tann dag hevur menniskjað leitað eftir tí einasta eina, eftir soulmatini.

Hvør minnist ikki fyri nøkrum árum síðani sokallaða ”I love you virussin”, sum kom í alheims teldur og broytti alt inni í telduni? Ein slíkan virus hava forelskaði fólk. Alt verður øvugt og vendir á høvdinum. Tey hava bert eyga hvør fyri øðrum. Um dinosaurar aftur komu til liívs ella oljan spríkti her heima ella vit fingu loysing ella… ella… tað hevur ongan týdning! Tey eru tvey, sum bert sansa seg og sítt.

Í gomlum døgum gifti man seg ikki av kærleika, nei, man var skilagóður og man gifti seg av praktiskum orsøkum. Tað loysti seg at sláa tvær familjur við nógvari jørð saman. Tá var tað kapitalurin, sum stýrdi, ikki kenslurnar.

Í dag seta vit tað heilt stóra brúdleypið upp. Tað er hending, sum verður fyrireikað og skipað fyri í langa tíð. Onki má ganga galið. Ungu føroyingarnar, sum nema sær útbúgving í Danmark velja at “tað er heima á klettunum, at brúdleypið skal vera”. Her eru øll fókini, tey sum syngja og kvøða og yrkja og baka. Og vit senda ikki innbjóðingar út, men “øll, sum hava hug eru vælkomin í okkara brúdleyp”!

Og so spyr presturin í kirkjuni:
”Vilt tú elska og æra til deyðin ger skilnað tykkara millum?” Og brúðarparið svarar glaðbeint: “JA… Sjálvandi elska elska vit alt lívið út – til vit sokna”

At hugsa so er kærleiki... Hugsa tær, um man svaraði: “Áh, okay til deyðin ger skilnað?... Noy, voyt ikki, lat okkum heldur siga 5 ár, so kunnu vit aftur tosa um tað...”

Nei, kærleikin er so stórur, at tá vit eru í honum, kunnu vit ikki hugmynda okkum, at hann kann hvørva. Hann verður ævigur, onkursvegna, guddómligur.

Hmm… Mammur gráta ofta í kirkjuni, tá dóttirin verður gift. Ein segði ein dagin, hví so er. Jú, mammur gráta, tí tær síggja, at dóttirin hevur valt sama mann, sum mamman á sinni valdi.

Onkur sigur, at tá fýra ella fimm ár eru liðin, so hvørvur ørandi forelskilsi og okkurt annað skuldi tá komið í staðin, men tað ger tað ikki altíð.

Fleiri halda saman leingi og gloyma ikki, hvat tað var, sum tey gjørdust so forelskaði í. Hvat tað, var sum gjørdi tey ør í høvdinum. Onnur gloyma tað heilt! Púrasta! Fara at keypa klæðir til mannnin, og maðurin verður sum eitt av børnunum, og fer at siga mamma við konuna… Freki og tølandi scorarin hvørvur so púrasta í hakkikjøti og Danlandi og Gekki.
 
Kvinnan, sum var sum ein vælangandi rósa, endar sum ein turrgeldur kaktus og máttmikla leyvan, liggur sum ein hálvfeitur frensur...

Las áhugaverda grein um, hví so fáir hjúnarskilnaðir vóru í gomlum døgum. Jú, tað er tí, at tey náddu ikki at verða skild! Tey blivu gift, fingu børn, nógv børn, tjep, tjep, tjep! nógv at gera, knoss og stríð, fáa børnini undan og so? Ja, so vóru tey um 40-ára aldur og eldri blivu fólk ikki tá... Ja, so gjørdi deyðin skilnað millum tey…
Tey náddu ikki at keða seg ella at sita einsamøll við manninum ella konuni og hugsa: ”Hvat hundan! Hvussu skulu vit enduruppfinna hvørt annað?”

Og vit tosa um eydnusamar hjúnarskilnaðir, men neyvan mann so vera. Rákið í dag lærir okkum, at tá nakað ikki riggar, so tveita vit burtur, men kanska kundi verið bøtt um?
Etikkur og moralur broytist og so gera menniskjuni. Øll royna vit hvør í sínum lagi at smíða okkum lukkuna góða. Men ein styrki í lívinum er at hava fólk at ferðast við, sum eru partur av tíni søgu. Og at elska er eisini at hava umsorgan, fyrigeva og vilja einum øðrum menniskja tað besta.

Lat okkum enda hesa klummu við nøkrum orðum hjá Kierkegaard, sum vit kunnu tyggja uppá í hesi sælu, ljósu tíð:

“Tað tragiska eru tvey, sum elska hvørt annað, men sum ikki skilja hvørt annað.
Tað komiska eru tvey, sum ikki skilja hvørt annað, men sum elska hvørt annað.”