Skriva út

Vilja betra kirkjubygnaðin

28.04.2021 Tíðindi

– Hvussu kunnu vit betra um kirkjubygnaðin, fíggjarførleikan og fysisku karmarnar í føroysku fólkakirkjuni, spurdi forkvinnan í Felagnum fyri kirkjuráðslimir, Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, í fundarfrágreiðing síni leygardagin.

Hilmar Jan Hansen

Í frágreiðing síni til aðalfundin hjá kirkjuráðslimunum í Gøtu kirkju leygardagin, kom Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen inn á virksemið hetta seinasta árið. Harímillum eitt skriv, “Nýhugsan í samband við kirkjubygnaðin”, sum felagið í november í fjør send Føroya Stiftsstjórn, Próstadømisráðnum og Prestafelagnum.

Ein av orsøkunum til skrivið er tann sannroynd, at pengarnir, ið verða játtaðir til kirkjurnar, als ikki røkka til, tí hóast samlaðu umbønirnar frá kirkjuráðunum til 2021 eru væl oman fyri 90 milliónir krónur, hevur Próstadømisráðið bara umleið 25 milliónir krónur at býta út.

– Tað áliggur kirkjuráðunum at halda sína kirkju í góðum standi, men henda uppgáva er vorðin sera trupul, tí peningur vantar, endurgav Dagbjørt úr skrivinum frá Felagnum fyri kirkjuráðslimir.

– Hava kirkjuráð ætlanir um umbygging, uppíbygging ella nýgerð av til dømis vesifasilitetum, vísir hetta seg at vera ómøguligt. Har kirkjusóknin hevur tørv á nýggjari kirkju, er støðan uppaftur verri. Hvat gera vit?

Hon nevndi, at nevndin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir sær nógvu umbønirnar frá kirkjuráðum kring landið sum sera positivt, tí kirkjuráðini eru motiverað, ganga uppí og eru góð við kirkjuna, og vilja kirkjuni alt tað besta.

Brúk fyri at hugsa nýtt
– Nevndin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir heldur, at nú er tíðin komin, til at vit rista posan og hugsa nýtt, segði forkvinnan og nevndi nakrar tankar, nevndin hevði hugsað um í sambandi við kirkjubygnaðin.

Ein tanki var at hækka kirkjuskattin, og har kundi tað verið upp til hvørt kirkjuráð, um staðbundni kirkjuskatturin skuldi verið hækkaður. Ein annar tanki er at hava fleiri próstar enn bara ein, og eisini varð nevnt nakað um langtíðar fíggjarætlanir viðvíkjandi verandi kirkjubygningum og nýbygging av kirkjum, umframt at nevndin somuleiðis sær fyri sær samstarv ímillum kirkjur og kirkjuráð.

– Hetta er orsøkin til, at vit í nevndini hjá Felagnum fyri kirkjuráðslimir vilja heita á kirkjuliga myndugleikan um at taka hetta málið upp. Nærliggjandi er at hugsa, at Føroya Stiftstjórn sum evsti kirkjuligi myndugleiki kundi samskipað at fingið málið sett á skrá og tikið til umrøðu, segði Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen.

Myndir: Theodor Eli Dam Olsen.