Skriva út

Vikarur til Suðurstreymoyar norðara prestagjald

24.05.2023 Tíðindi

Vegna lestrarfarloyvi verður søkt eftir vikari til tænastuna sum prestur í Suðurstreymoyar norðara prestagjaldi.

Talan er um tíðarskeiðið 1. august – 30. november 2023. Tænastan verður skipað í samráð við sóknarprestarnar í prestagjaldinum.

Í prestagjaldinum eru tvær kirkjusóknir: Hoyvík og Kaldbak.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta og andakt á  ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda saman við umsóknini váttan frá pastoralseminarium. Harafturat mega kandidatar, ið ikki er prestvígdir, hava lokið biskupspróvtøkuna innan 20. juni 2023.

Løn og starvsviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelag Føroya, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1.

Eingin tænastubústaður er til embætið. Einki viðurlag verður latið fyri tvørrandi bústað.

Umsóknarfreist
Umsókn við prógvi og lívrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. juni 2023 kl. 12.00.

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn ella  stift@kirkjan.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Jógvan Fríðriksson, biskup, á jf@folkakirkjan.fo.