Skriva út
Viðareiði – eingin umsókn
01.06.2012 Tíðindi

Kallið Eystan Múla varð lýst leyst fyri einum mánað síðani. Umsóknarfreistin var úti í dag, og eingin umsøkjari er til kallið.
Tað var seinasta heyst, at Elsa Funding, sóknarprestur, bað um at verða loyst úr embætinum.
Í løtuni røkir Kirsten Donskov Felter kallið sum sóknarprestur. Hon verður í kallinum august mánað út.
Væntandi verður kallið lýst leyst av nýggjum einaferð í heyst.
JF.
Onnur tíðindi