Skriva út

Vesturkirkjan letur upp aftur

01.03.2025 Tíðindi
1663 240118 Dsc08572.jpg

Sunnudagin 2. mars kl. 11.00 verða dyrnar latnar upp aftur í Vesturkirkjuni. 

Kirkjan hevur verið stongd nú í ein mánað vegna umvælingar. Stórarbeiðið er gjørt. Altarveggurin “Jákupsstigin,” sperrurnar um tornvindeyguni og forkirkjan eru málað, og harumframt er gjørt wc til rørslutarnað.

Til gudstænastuna prædikar Hanus á Gørðum sóknarprestur, kristiliga sangkórið syngur, og tað verður altargongd.

Eftir gudstænastuna bjóðar kirkjuráðið kaffi og køkur.