Skriva út

Vesturkirkjan fyllir fimti ár

23.08.2025 Tíðindi
Armgard

Vit hava ofta hoyrt fólkalívsfrøðingar sagt frá, hvat ymisk rúm kunnu gera. 

Hugsa tær bíðirúmið hjá tannlæknanum. Onkur er týðiliga óttakendur, onkur tosar, tey flestu tiga, tað luktar av tannlækna, og mann situr bara og bíðar, til mann verður róptur inn til tannlæknan. Mest av øllum gleðir mann seg at sleppa út í tún aftur.

So tað at fara til frisør, har er annað huglag. Mann tosar og flennir hart, tónleikur er frá, mann skoðar verkið, tá saksurin er lagdur, og fønarin sløktur.

Og so flokshølið ella fimleikahøllin í Nonnuskúlanum, har eg gekk. Tá eg komi inn har í dag, so eri eg við tað sama lítla gentan, sum spældi sjónleik ella meiri og minni var noydd at gera reiðskapsfimleik. Lukturin er har og ljóðini, tey ferniseraðu gólvini, sum vóru spegilsblonk. Mann verður nostalgiskur og minnist aftur á góðar dagar.

Somuleiðis eisini, tá mann kemur í kirkju.

Tá mann stígur inn um gáttina, so kemur angin, sum mann kennir, sum sigur mær, at “hetta er mín kirkja”, øll ljóð hvørva, øll teska ella tosa lágmælt, fer onkur at tosa hart, so undrast mann á hví. Kirkjan er ein tíðarlummi. Tú kemur inn í eitt annað, vakurt rúm. Mann kennir hvønn bonk, og hvørji sita har, hvussu nógvar stjørnur eru í hválvinum ella hvussu nógvar lampur.

Onkur sigur, at flest menniskju vilja varða og verja gomul hús, tey vera “góð” við tey. Tankin, at har hava fólk búð, sum eru farin, men húsið stendur eftir sum eitt skap, har tey búleikaðust og vóru.

Somuleiðis kirkjurnar. Hugsa tær Havnar kirkju, hvussu nógv menniskju í nógvum familjum í Havn hava sitið har, eru doypt, vígd, fermd, jarðað. Tað er ein serstakur tanki, at øll hesi menniskju eru farin gjøgnum kirkjuna. At hon hevur tikið ímóti, tá tey vóru borin inn á arminum á einari gummu og borin seinni út úr kirkjuni, har øll ættin er farin og løgd til hvíldar.

Tá eg var barn, so vóru leygardagur og sunnudagur serstakir dagar. Leygardagur var líkasum upptakt til sunnudagin. Pápi spulaði trappur, vit ótu lítið og onki søtt gjøgnum vikuna, so leygardag bakaði mamma køku, sum vit ótu sunnumorgun aftan á morgunmat.

Pápi fór í ein annan klædning, vit tóku hvør sína sálmabók við okkara nøvnum á, og so fóru vit til gongu oman í kirkju. Tað var ikki ein spurningur um at fara ella ikki.

“Okur ganga í kirkju”, sum pápi plagdi at siga.

Vit høvdu okkara stað í kirkjuni. Tá gingu nógv í kirkju, pápin nikkaði og brosaði til tey, sum settust framman fyri okkum. Og alt angaði av lambasteik, og fólk vóru í sunnudagsfrakka. Tá prestur fór at prædika, plagdi eg at sovna upp móti pápa. Hann sat so stinnur, og eisini hann angaði av sunnudegi.

Pápi hevði vakurt mál og sang hart og inniliga við og kundi siga við meg: 

“Ótrúliga vakurt yrkt, ha ?”, tá sálmurin “Nú hvítna tindar” ella “Eg skar mítt navn” varð sungin.

So heim til gongu. Mamma var heima sum ein onnur Marta og hevði døgverðan kláran og brúnu sósina, alt varð borðreitt á stroknum dúki og dessert omaná.

Og mamma spurdi : “Ná, og hvat segði prestur í dag“?

Guðstænastan sunnudag var okkara ferðavistir ella okkara andaligi matpakki gjøgnum vikuna, tí pápi segði “okur ganga í kirkju, og vit skulu vera góð við kirkjuna”.

Minnist væl tann dagin, tá onkur segði, at kongur og drotning fór út “har sum nýggja kirkjan skuldi byggjast”. Vit børn í rabarbukvarterinum runnu út og sóu, tá grundarsteinurin til hesa so vøkru kirkju varð lagdur.

Og árini ganga, og Vesturkirkjan verður ein týðandi táttur í lívinum.

Hugsi mangan um fremsta bonk til vinstru í kirkjuni. Har hevur mann sitið, tá mann varð giftur, tá børnini vóru doypt, tá mann hevur verið gumma, og eisini havi eg sitið har tvær ferðir og hugt yvir á hvítu kistuna, har míni foreldur lógu. Kirkjan hevur rúmað mína glæsiligastu og mest syrgnu løtur. Kirkjan og eg hava eina søgu saman.

Vit ferðast gjøgnum tíðina gjøgnum kirkjuna, og tað er stórt.

Við hvørt ganga nógv fólk í kirkju og við hvørt færri. Onki er støðugt í okkara tíð. Tíðir broytast. Vit hava livað í friðarligari tíð, har vit hava sett meg og mítt í fokus, tí vit hava hildið, at til ber at líta á egnan mátt og megi. Og tá eg havi fingið alt, sum eg haldi skal til, so lív mítt er eitt eydnað lív, so varnist eg tómleika. Hvat kunnu lutir ella eg sjálv veita mær av ugga og lívd, tá á leikar? Tá alt er øvugt, sum í dag, satt er falskt og lygn er sannleiki, bønarlívið er hótt av vitlíki, og heimurin allur er óvissur, og vit líta ikki á fólk, sum taka stórar avgerðir, sum raka okkum øll.

Meiningin? Nakað størri enn eg? Sterkari máttur enn kærleikans máttur? Framkomna urið sigur mær, hvussu høgur pulsurin er, og hvussu eg havi sovið, men hvat við religiøsu tráanini, at “okkurt má vera meiri enn hetta, sum vit halda okkum til?”

Frá tíð til aðra, so hava fólk viljað broytt kirkjuna, “peppað” hana upp, okkurt quick fix, sum kann fáa hana at líkjast tí, sum vit hava uttan fyri kirkjudyrnar.

Men um prestur pressar djús uppi á kirkjutorninum ella dansar Lambada oman eftir kirkjugólvinum, so koma ikki fleiri fólk í kirkju.

Kirkjan er eitt heilagt hús og hevur ævinleikans dám ella anda, tað eru orðini inni í kirkjuni, sum skulu endurspegla okkara tíð.

Kirkjan skal standa har og bíða eftir mær. “Heit á meg á neyðardegi, og eg skal svara tær”, stendur skrivað. At hóast eg ikki gangi í kirkju ella haldi, at tað havi eg ikki fyri neyðini, so er Guð har, og sum onkur segði, at Guð er gentlemaður, sum ikki plágar eina menniskju, tí tvingsil er ikki í sanna kærleikanum. Kærleikin kann bara seta í frælsi.

Eg sigli fram gjøgnum lívið, og hóast kirkjan lesur somu tekstir, so eri eg ikki tann sama.

Í strongda degnum hjá tær og mær, so skal kirkjan vera still ella meditativ. Hugsa tær at sita still ein tíma í kirkjuni, og barnið hjá tær kann slappa av, tí mamma fer ikki á Instagram, og barnið kann sleppa at keða seg, tí tað er sunt, sigur mann í dag.

Kirkjan skal vera ein griðstaður, eitt helle, ein bunkari, har eg søki lívd, tá tað leikar á hjá mær, í mær, rundan um meg og úti í heimi, ella tá eg eri so glað, so eg má takka einum, sum er yvir øllum.

Kirkjan skal ikki bróta nasar ella boyggja nakka, men vera errin av at vera kirkja við síni søgu og síni ávirkan. Hon skal kenna sína megi, sum hon hevur.

Vit eiga øll kirkjuna, tí hon er har, og hvussu víkir og vendir, so bíðar hon eftir mær.

At kirkjan hevur rammurnar og orðini, sum seta lívið í samanhang og meining, tá vit fáa alt tað góða upp í hendur, ella tá vit missa tað.

__________

Les aðrar klummur hjá Armgarð her.