Ver vælkomið novent

Myrkur kann vera ræðandi, men myrkur kann eisini vera fjálgt og trygt. Lítla barnið í móðurlívi, sum bíðar eftir at koma út í ljósið, liggur í myrkri ,meðan vatnið skvaggar aftur og fram.
Soleiðis bíða vit nú í myrkri. Vit bíða til nakað nýtt skal føðast inn í heimin.
Tá tað er summar, fara vit út, tí vit kunnu ikki fáa nóg mikið av sólargeislum í mun til nú, har vit leita saman og alt er skýmt. Vit sita inni og eygleiða náttúruna, sum leikar í og er hugtakandi í øllum sínum mátti. Sum ógvusligar verkir, tá barnið skal koma út í ljósið, soleiðis leikar náttúran í, so eitt vár kann føðast, tá tíðin er búgvin.
Flestu trøini standa nú ber og nakin, og bert onkur hissini farvegur av eini blómu berjist fyri lívinum. Summarið er av og nú bíða vit. Og gott er at bíða, seta ferðina eitt sindur niður, gera mat sum tekur langa tíð, føroyskan sterkan mat, sum hóskar seg at eta, tá ælini duka á videygað.
Taka okkum stundir at lesa og minnast á árið, sum skjótt er søga.
Í dag skunda vit okkum so sera nógv, vit hava øll ein farra av FOMO, vit vilja vera við og ikki lata nakað gleppa okkum av hondum.
Handilsmarknaðurin byrjar sera tíðliga at minna okkum á, at skulu vit vera glað og nøgd, so mugu vit hugsa um gávur. Og sum dagarnir ganga, so ljóða handilstilboðini nærum sum ordrar, at mann skal fara og keypa. Og ein gáva er ikki longur ein gáva. Vit geva gávuna og áðrenn hon er sloppin mínum hondum, so mutli eg “tú kanst altíð býta hana um”. Fyrr var tað flóvisligt at býta gávu um, tí mann helt at mann særdi tann, sum hevði givið gávuna. Vit hava ein langan fríggjadag á páskum, sum hevur djúpan lívgevandi týdning fyri mong, men á jólum hava vit svartan fríggjadag, har keypiørskan ofta fer yvir gevind. Men tíðir og siðir broytast.
Henda tíðin er samstundis ein ljós tíð, tí vit tendra og tendra og tendra, so bølamyrkrið hvørvur, vit royna at vinna á myrkrinum við at tendra heil grannaløg, meðan vit bíða eftir jólastjørnuni.
Tíðin er drúgv, so har adventin var byrjanin til jólafyrireiking og stákan, so verður nú byrjað í november og tí hava vit nú eitt nýtt fyribrigdi sum eitur novent, sett saman av orðunum november og advent.
Novent sigur okkum at vit leingjast og sakna so eftir ljósinum, friðinum, tí hugnaliga, so vit megna ikki at bíða, vit dragast eftir tí, so vit byrja áðrenn vit plaga.
Onkur hevur sagt at vit tráa og leingjast eftir jólum, tí vit hava eina hugmynd í okkara hjørtum, hvat sonn jól eru, og tí mugu vit stákast og gleðast hvørt ár til jólini eru her.
Um so alt er bara hugni og góður matur er eisini gott, men henda tíðin er eisini fyrireiking at gáa um, hvat er ljósið í mínum lívi, hvat lýsir fyri mínar føtur á míni ferð gjøgnum lívið.
Um “sanna Ljósið” sum er við at føðast og sum rekur út alt myrkur ?
Vakrar kulissur ella veruleiki ?
Tað er so tað...
Advent ella novent er eisini ein góð tíð at hugsa, sum heimsspekin sigur at “syrgiligast er eitt óreflekterað lív” og orð verða við hvørt livandi og skapa tað tey siga.