Skriva út

Ver vælkomið Harrans ár

30.12.2020 Tíðindi

So eru ikki nógvir dagar og tímar eftir av árinum 2020. Vanligt er at gera eitt slag av status, tá árið er um at vera farið og geva sær sjálvum lyfti um at lætna ella hetta og hint, ofta slíkt sum er egoistiskt, men tá januar er hálvliðin, so eru øll lyfti gloymd, ofta.
Árið 2020 var og er eitt løgið ár. Har dagaði nógv undan, og nógv fór fyri skeytið. Vit livdu sum sorgleys børn, at eg kann alt og alt liggur opið at tilogna mær. Ongin og onki skal forða mær. Vit settu álit á samfelagsligar tryggingar og frøddust um koppar og taskur, sum eg kendi nøvnini á. Vit ferðaðust kring knøttin og gleddust, at til bar í okkara høvuðsstaði at eta á ymsum matstovum, sum relateraðu til allan heimin.

Men so kom eitt virus í vegin. So evarska lítið og vit trúðu ikki, at tað var til, men so fóru vit at síggja neyðina, sjúku og deyðan, sum kom í kjalarvørrinum av tí. Og so varð alt stilt og nullstillað. Og vit fóru heim. Og her gekk mann og helt, at mann var evsti myndugleiki í sínum lívi, og Guð var bara ein ceremonimeistari, sum var hentur at nevna, tá kirkjan skuldi seta síni leiktjøld upp. Við eitt høvdu vit ongi svar, men bara spurningar. Orð sum næsti, náði, hjálpsemi og ósjálvsøkni blivu ein veruleiki beint frammanfyri okkum og annar hiti dagaði undan. Felagskenslan, at vit eru bert menniskju við somu korum kring allan heimin.

Landsins myndugleikar leiddu okkum sum foreldur og formanaðu, uggaðu og søgdu:
“Tit mugu ikki halda veitslur, ikki vera ov leingi úti, men fara í song áðrenn kl. 10!“
Og tey flestu aktaðu, meðan onnur fóru egnar vegir. Men avleiðingarnar raktu øll. Og sum mann hevur tol við órímiligum barni, so søgdu læknar og fúti aftur og aftur við okkum:
“Hoyr nú, tú mást skilja, at tú sleppur ikki út at spæla nú, tað er myrkt úti. Vit mugu vera inni, tí har er trygt.”

Vit fóru at hugsa enn meiri um umhvørvið á allari gongustjørnuni, standmyndir vórðu koppaðar og fluttar og fólk komu og fóru. Vit vaskaðu og ruddaðu bæði stovuna og sálina alla. Alt varð til eina stóra høvuðsreingerð. Og onkursvegna dagaði Guð og teir stóru tilveruspurningarnir undan, tí við eitt hevði eg ikki buktina og báðar endarnar í mínum lívi, har var størri máttur enn mín, sum eg var partur av. Hann hevði verið har alla tíðina, men treingir seg ikki uppá, tí sum kunnugt, so ganga hjartans dyr út eftir.

Og adventin kom, sum er tíðin, tá vit bíða. Bíða eftir at sleppa úr myrkrinum og inn í ljósið. Jólini komu við sendiboðum um frið og frælsi og vinalag, og vísmenn, sum ikki eru forðaðir av sóttarhaldi, komu við teirra gávum til menniskju í 2020, sum standa í bíðistøðu, men sum kanska síggja, at fyri at vera eitt heilt menniskja, so má eg vita, hvaðani eg eri, hví eg eri her og hvar eg fari.

Øll jólini við gleðiboðum fær sterkari og bjartari skyn, tá tann ítøkiliga jarðiska gleðin í dag rungar, at “nú er vaccinan komin”, teir myrku dagarnir eru við at hvørva, vit sleppa út aftur í ljósið at spæla. Soleiðis koma gleðitíðindini inn í okkara tímiligu tíð, og dagur dettur av degi. Og vit menniskju fegnast og verða rørd av gleði, tá vit síggja klók fólk basa tuberklum, polio, barnasjúkum og nú eisini andstyggiligu koronu, sum sorar alt.

Gleði meg at siga farvæl við 2020 og “ver vælkomið Harrans árið” 2021 við prikinum, sum vísmenn m/k í dag við teirra guðsgivna vísdómi hava givið okkum.