Skriva út

Veiðimaðurin

15.10.2018 Tíðindi

Sagt verður at maðurin hevur onki stað longur, sum er hansara. Garagan ? Hjallurin ?

Hjallar eru ikki tað, teir hava verið, tí har má hann rudda og seta tupperware íløt og krukkur, so alt er, sum makin vil hava tað. Alt er vorðið yvir feminiserað – sigst !

Onkrir hava kjallarar, har teir keypa seg fátækar í amboðum, tí teir eru komnir til tað staðið í lívinum, har tað er frælsi at fara oman til sagina og borimaskinuna og kína spønplátuni, heldur enn at kína konuni.

Maðurin er vorðin heimleysur - so at siga. Hann er girdur inni av Mega mussel og Lyngby vasum, ljósketum og orkidéum, nips og krukkum – so hann er við at kvalast.

Í okkara grannalondum fara menn í onkran hissini skóg og læra har at koma í samand við sína røttu, innaru nátúru. Tann poleraði kantórmaðurin hvørvur og fram kemur kjøtetandi dinosaurin, sum brølar og sum tekur sín rætt.

Tann rætti maðurin vil hava nakað gott at eta og hava eina konu, sum rósar honum og andar inneftir, meðan hon sigur :” Tú ert so raskur, góði, taðveitdenn, altso…veit ikki, hvaaat eg skuldi gjørt uttan teg” !

Men føroyski maðurin noyðist ikki at fara í danskan skóg at finna sín samleika. Tí - av og á, so sleppur hann í grind, at fara í bjørgini og at fletta. So nú er summarið og charterferðin av, Barcelona túrurin, har macho maðurin hevur smurt konuna inn í sólfaktor 30 og verið hyggens og maxx lagaligur, hetta er farin tíð. Nei, tíðin har føroyski maðurin sleppur at vera maður er í nánd, oktober mánaður er mánaðurin, tá maðurin er settur í frælsi.

So - í hesum døgum er hátíð hjá veiðimanninum. Júst sum hjá grindamanninum, so vaknar maðurin, nú seyðurin skal drepast og flettast. Tann mest friðarligi bankamaðurin ella lærarin, verður óróligur og verður heilt ein annar. Natúran vaknar í honum. Nátúran rópar á hann. Alfahannurin gníggjar sær um hendurnar og frøðist, tá hann hoyrir seyðin jarma.

Og nú er tað ikki bert konan, sum fer í skannara – nei, seyðurin verður skannaður og mettur og menninir siga onki sum so, standa í andakt og eru samdir.

Menninir fara eftir seyðinum, tá teir hava vaskað teirra fitta anhangara og krøkt hann í stóra fýrahjólatrekkjaran og so byrjar dagurin, har teir hava høvuðsleiklutin og veruliga kunnu spæla við vøddunum. Oman í kjallara ella garagu við seyðinum og tevja og drepa og viga og lúgva um vektina. Stór løta, har teir rósa hvørjum øðrum ella sum vit siga í dag ”teir bekrefta hvønn annan” man er væl ein rættur maður.

Og konurnar vaska vembur, livur og hjørtu – alt slíkt, sum ikki skal vigast og har ongin variatión er í vektini og tí er onki at reypa um.

Og veðraball er, har tjakast verður um besta brund og besta krov. Og teir vinna steyp og horn, sum eru so ljót, so tey sleppa so avgjørt ikki at standa frammi í hvíttmálaðu stovuni, men enda aftanfyri onkrum kassa ella á onkrari hill í kjallarinum, so maðurin kann hyggja yvir á steypið og minnast aftur á glæsiligar løtur, tá man slapp at vera ein rættur maður.

Munur er á veiðimanninum og so tjekkaða manninum í Hugo Boss klædningi, sum fresar við sínum djóri av einum jeepi inn í matvøruhandil at keypa ein pakka av 7% hakkikjøti ella 4 bleikar høsnarunga bringur, sum hann heima spyr pesto á og borðreiðir við pasta – hvussu mansligt er tað ?

Nei, so er meira við hálvskitna og mødda og nøgda manninum, sum hevur dripið og limað sundur, hann er maður og testosteronið drívur av honum og hann kann eisini gleða seg til, tá konan kókar ræsta kjøtið ella hann fer út í hjallin eftir turra kjøtinum, hvussu hon tá aftur fer at rósa manninum og siga ”gott at eiga so raskan mann”!

Gott at vera menniskja !