Skriva út

Vatnmeistarin

13.10.2026 Tíðindi
Armgard

Í móðurlívi liggja vit og skvambla í vatni. Kvinnan missir vatnið ella vatnið verður tikið. Og eitt menniskja sær dagsins ljós. Serstøk sjón tá nýføðingurin fyrstu ferð skal vaskast og merkir vatnið móti kroppinum. Bráið í eygunum og rørslurnar í lítlu hondunum og fótunum.
 
Á okkara klettum regnar illa og vit hava nógv nøvn fyri vatn og æl og skúrar og sirm og surk. So langt okkara eygu røkka, so síggja vit hav og virðismeta alt sum havið gevur, men óttast tað eisini, tí tað tekur eisini.
Í okkara tíð gáa vit meiri um, hvussu vit bera okkum at. Ikki at dálka havið, so fiskur, plantur og fuglur fáa mein av okkara óruddi og vansketni, tí nátúran slær aftur. Vit hava fingið skaparverkið at fara væl um og geva tað víðari til komandi ættarlið.

Vit síggja oyðimerkur, sum eru skróturrar, har onki kann liva. Men so kemur regnið og við eitt grønkast og djór og plantur drekka og ernast upp.

Í Afrika síggja vit kvinnur fara langar leiðir eftir vatni, men herheima er sóttreinsaða vatnið í krananum, so tá vit hava ein ferðil av turki og skulu spara uppá vatnið, hava vit torført við at skilja tað.

At vera tyrst og fáa at drekka er fantastisk kensla og hvør hevur ikki kent ein lætta, tá tannlæknin sigur “nú kanst tú skola munnin” ? Ert tú illa sjúkur, so fær tú vatn í æðrarnar, tí vit kunnu ikki liva uttan vatn.

Vatnið, áir og løkir hava ávirkan á okkum og vit syngja “at havið sang yvir mær vøgguljóð og brimið meg ruraði  í blund”. 

Frá rómverjum og teirra mongu hyljum til okkara tíð í dag, har tað eisini er størsta njóting at vaska sær. Á vælverustøðum at lata seg úr egnum klæðum  og fara í eins kápu og so vaska likamið. Dampa tað, hita tað, skúra, skrubba og massera tað og smyrja inn við alskyns angandi smyrsli.

Og kenslan av vælveru heldur sær ein ella tveir dagar, so kemur tankin “nær skal eg fara aftur”. Hjún, sum eru móð og ikki orka dagin og hvønn annan fara eisini saman í vælverubað, tí kanska kann lívgevandi vatnið fáa tey at “vakna”ella skola  keðsemi og trivialitetin burtur, so tey aftur standa rein og skær og hava nýggja byrjan.

Kirkjan er eisini eitt vælverustað, tí har er ultimativi Vatnmeistarin, sum sigur at Hann er lívsins vatn. At tann, sum drekkur av hesum vatni, skal aldrin í ævini tysta aftur. Rennur hetta okkum til hugs, tá vit leita eftir einum svari, einari meining, onkrum sum varir við og sum ikki bara er ein løtu undir brúsuni, men annað vatn sum er lívgevandi ?

Í dópinum verður lítla barnið limað inn í kirkjuna, vit doyggja við Kristusi og upp úr vatninum rísa vit til ævigt lív.

Vit síggja hvønn dag hav og himmal spegla sær í hvørjum øðrum og heilt niður til minsta hylin ber til at síggja himmalin speglast. 

Fornkirkjan tosaði um “semper major”, at nakað altíð er størri enn tað, vit kunnu hugsa og fata. Hava vit fingið fatur í hesari sannroynd, at eg trúgvi á, at nakað altíð er størri, vakrari, betur enn hvat vit menniskju yvirhøvur megna at hugsa, so er aðalmálið hjá menniskjanum í lítillætni og spakføri at royna at spegla himinsins mynd.