Skriva út

Vanligar umstøður í kirkjuni

13.08.2021 Tíðindi

Aftur til kenda siðvenju

Landsstýrið hevur nú strikað tey serligu tilmælini við atliti at Covid-19. Tilmælini vóru leiðreglur, ið søgdu, hvussu vit skilabest bóru okkum at, meðan smittan herjaði. Setningarnir eru kendir, at vit skulu verja hvør annan, tey sjúku, veiku og gomlu.

Tíbetur tyktist tað friðarligt við atliti Covid-19 smittuni í landinum. Harafturat er stór fjøld av fólkinum koppsett móti Covid-19.

Nú landsins myndugleikar hava strikað tey serligu tilmælini, fer fólkakirkjan aftur til ta siðvenju, ið var galdandi áðrenn Covid-19 smittan tók seg upp. Farið verður aftur til kendar mannagongdir.

Vit hava lært, hvussu vit skilagott bera okkum at og avmarkað smittu. Lærdómin eiga vit at framhaldandi at nýta, so kirkjan er eitt trygt stað at vitja til gudstænastur og kirkjuligar tænastur.

Somuleiðis eiga vit at fylgja væl við gongdini í samfelagnum og framhaldandi vera varin og skilvís.


Tey almennu tilmælini galdandi

Landsstýrið hevur tann 12. august strikað tey serligu tilmælini. Talan er nú einans um almenn tilmæli um reinføri og sosiala samveru.

Ístaðin fyri serlig kirkjulig tilmæli verður mælt til, at tey almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru skipa og stýra atferðini í fólkakirkjuni. Hesi almennu tilmælini komu at standa einsamøll á heimasíðuni corona.fo tann 12. august 2021:

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

Fyrivarni

Um Covid-19 smittan aftur fær fastatøkur í landinum, fer leiðslan í fólkakirkjuni at meta um støðuna av nýggjum.

Vanligar umstøður í kirkjuni

Frá í dag av verður farið aftur til tær kendu og vanliga umstøðurnar í fólkakirkjuni. Tað merkir, at vit nú kunnu sita á hvørjum beinki. Tó verður mælt til, at húskið so vítt møguligt sita saman.
Kirkjuráðið á staðnum er myndugleikin á økinum, tá ið talan er um dagliga nýtslu av kirkjuni.

Tøkk

Leiðslan í fólkakirkjuni takkar kirkjuráðunum, kirkjunnar tænarum og prestunum fyri nærlagni og góða tænastu nú sum áður.
Somuleiðis takka vit politiska- og læknafrøðiliga myndugleikunum fyri gott samstarv.

Tórshavn 13. august 2021

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur