Skriva út

Valúrslitið

30.03.2010 Tíðindi
Valúrslitið



Fjórða hvørt ár er val til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn. Valini fara fram í fyrsta ársfjórðingi í árinum eftir, at kirkjuráðsval hevur verið. Freistin at lata atkvøðuseðlarnar inn var úti 30. mars kl. 19.

Áhugin fyri kirkjuni er stórur, og væl gongst at manna tey ymisku ráðini. Sjálvt um fleiri kirkjusóknir valdu friðarval til seinasta kirkjuráðsval, so var luttøkan rímiliga stór á teimum støðum, ið høvdu beinleiðis val.

Eisini á hesum sinni má sigast, at luttøkan til omanfyri nevndu val var stór. 86% av kirkjuráðslimunum greiddu atkvøðu. Ein so stór valluttøka er várligt tekin og staðfestir, at tann fólkaræðisliga skipanin virkar.

Tveir listar komu inn til bæði valini. Til Próstadømisráðið vóru 8 valevni á tveimum listum. Til Føroya Stiftsstjórn vóru tveir listar við hvør sínum trimum valevnum.

Próstadømisráðið – 4 valdir limir

Valevnislisti 1                       06

Edvin Joensen 59
Ísak Mikladal 31
Leivur Højgaard 43
Marjun Olsen 64
Randi Niclassen 23

Valevnislisti 2                       04

Eilif Samuelsen 22
Gunnvør Dam Jensen 61
Uni Danielsen 23

Teir 4 valdu limirnir í Próstadømisráðnum eru : Marjun Olsen, Edvin Joensen, Gunnvør Dam Jensen og Leivur Højgaard.

Føroya Stiftsstjórn – 1 valdur limur

Valevnislisti I                        02

Niklas Foldbo 46
Sigga Arge 34
Tummas Lauritsen 83

Valevnislisti II                       00

Ása M. Justinussen 53
Halgir Winther Poulsen 104
Regin Ellingsgaard 15

Tann valdi limurin í Føroya Stiftsstjórn er : Halgir Winther Poulsen.

Tey valdu taka sæti 1. apríl í ár. Vit ynskja teimum valdu tillukku við valinum og takka samstundis teimum, sum ikki stillaðu uppaftur ella ikki vórðu afturvald.

Valstýrið
Kristianna Sjóvará, Mentamálaráðið
Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, formaður

Tórshavn 30. mars 2010.