Skriva út

Valið 2022 – luttøkan 98,4%

23.03.2022 Tíðindi

Val hevur verið til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn. Valskeiðið byrjar 1. apríl og varir í fýra ár. Freistin at lata atkvøðuseðlar inn var í kvøld hin 23. mars 2022 kl. 19.00.

Tveir listar komu inn til bæði valini. Fýra persónar verða valdir í Próstadømisráðið at starva saman við dómpróstinum. Ein verður valdur í Føroya Stiftsstjórn at starva við einum almennum umboði og biskupi, ið er formaður í stiftsstjórnini.

Luttøkan var góð. 60 kirkjuráð av 61 greiddu atkvøðu. Tað svarar til eina luttøku uppá 98,4%.

Próstadømisráðið

Vallisti I

Listin 6

Edvard í S. Joensen, Sandavágur 32

Gudny D. Hentze, Sandur 25

Hákun Dam, Klaksvík 55

Ingibjørn Eldevig, Fuglafjørður 17

Kirstin Danielsen, Leirvík 1

Leivur Højgaard, Salttangará 58

Marjun Aa. Olsen, Tvøroyri 27

í alt 221

Vallisti II

Listin 1

Ulla Bærentsen, Vágur 26

Bjartur Dalsgarð, Argir 12

Uni Danielsen, Hoyvík 22

Bjarki Hendriksen, Sandur 5

Teitur Heindriksson, Kirkjubøur 1

Kathrina L. Holm, Tórshavn 29

Elsa Johanna Høgenni, Tórshavn 19

Simona Nielsen, Hoyvík 3

Jóan Magnus Olsen, Vestmanna 8

Rósa Samuelsen, Sandavágur 9

Jógvan Thomsen, Nólsoy 10

í alt 145

Leivur Højgaard, Hákun Dam, Edvard í S. Joensen og Kathrina L. Holm eru vald í Próstadømisráðið.


Føroya Stiftsstjórn

Vallisti I

Listin 3

Jens Jensen, Tjørnuvík 72

Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík 158

Zakaris Zachariassen, Skopun 37

í alt 270

Vallisti II

Listin 1

Kitty May Ellefsen, Tórshavn 43

Dánjal Joensen, Tórshavn 22

Jónheðin H. Tróndheim, Argir 31

í alt 97

Jógvan Ravnsfjall er valdur í Føroya Stiftsstjórn.

Valstýrið

Vit ynskja teim valdu til lukku við valinum. Samstundis takka vit teimum, ið ikki rukku í ráð ella stjórn, fyri luttøkuna og holla tænastu árini framman undan.

JF