Skriva út

Valið 2014 – luttøkan 93%

26.03.2014 Tíðindi
Valmynd AI (002)

Val hevur verið til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn. Valskeiðið byrjar 1. apríl og varir í 4 ár. Freistin at lata atkvøðuseðlarnar inn var í kvøld hin 26. mars 2014 kl. 19,00.

Umleið 380 fólk, kirkjuráðslimir og prestar, hava valrætt. Tveir listar komu inn til bæði valini. 4 persónar verða valdir í Próstadømisráðið at starva saman við dómpróstinum. 1 persónur verður valdur í Stiftsstjórnina at starva saman við 1 almennum umboði og biskupi.

Luttøkan var framúr góð. 57 kirkjuráð av 61 greiddu atkvøðu. Tað svarar til eina luttøku uppá 93%.

Próstadømisráðið

Vallisti 1
Leivur Højgaard, Saltangará     42
Edvin Joensen, Leirvík              59
Ísak Mikladal, Klaksvík              49
Randi Niclasen, Miðvágur         45
Marjun Olsen, Øravíkarlíð         67
Listin                                          11

Vallisti 2
Uni Danielsen, Hoyvík               45
Eyðun Lisberg, Kvívík                13
Eilif Samuelsen, Tórshavn         18
Listin                                           05

Teir 4 fyrst valdu limirnir í Próstadømisráðnum eru: Marjun Olsen, Edvin Joensen, Ísak Mikladal og Uni Danielsen.

Føroya Stiftsstjórn

Vallisti I
Jens Jensen, Tjørnuvík                 65
Tummas Lauritsen, Miðvágur        82
Jógvan Ravnsfjall, Klaksvík           91
Listin                                              10

Vallisti II
Regin Ellingsgaard, Svínáir           51
Halgir Winther Poulsen, Hoyvík     51
Listin                                              02

Jógvan Ravnsfjall er valdur í Føroya Stiftsstjórn.

Valstýrið.

Vit ynskja teim valdu tillukku við valinum. Samstundis takka vit teimum, ið ikki rukku í ráð ella stjórn, fyri luttøkuna og holla tænastu árini framman undan.

JF