Skriva út
Valevnislistar til valið – Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið
03.03.2026 Tíðindi

Tann 25. mars 2026 verður val til Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið.
Valið fer fram á kirkjuráðsfundi í døgunum frá 4. – 25. mars 2026.
Atkvøðuseðlarnir skulu verða valstýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. mars kl. 13.
Atkvøðurnar verða taldar upp sama dag, 25. mars 2026 kl. 13,15.
Uppteljingin er almenn og verður í Biskupsgarði.
Valevnini til Føroya Stiftsstjórn:
Asbjørn Mikkelsen, Skála
Jens Jensen, Tjørnuvík
Jónheðin H. Tróndheim, Argir.
Valevnini til Próstadømisráðið:
Alis Højsted, Funningur
Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, Norðagøta
Edvard í Skorðini Joensen, Sandavágur
Eghild Poulsen, Kunoy
Kathrina Lindenskov Holm, Tórshavn
Rakul í Gerðinum, Vestmanna
Ulla Bærentsen, Vágur.
Onnur tíðindi