Skriva út

Valevnislistar

07.09.2021 Tíðindi

Týsdagin 2. november 2021 er kirkjuráðsval. Skipanin ásetur, at val skal verða í øllum kirkjusóknum, ið eru yvir 499 fólk, sjálvt um einans ein listi verður gjørdur.

Listarnir við valevnum skulu vera formanninum í valstýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. september 2021 kl. 17.

Í mesta lagi níggju nøvn fleiri enn tey, ið veljast kunnu í kirkjuráðið, kunnu vera á sama lista.

Valevnini skulu skriva undir listan. Í minsta lagi trý og í mesta lagi fimmogtjúgu kunnu skriva undir sum stillarar á sama lista. Valevnini og stillararnir mega hoyra heima í kirkjusóknini.

Um spurningar eru um valið ella mannagongdirnar ber til at ringja til Andrias Ziska, stiftsfulltrúa, til tess at fáa møgulig ivamál svaraði, telefon 237321.

JF