Skriva út

Valevnini til bispavalið hava orðið.

10.09.2007 Tíðindi
Marjun Bæk, sóknarprestur.

Eg eri von at spyrja konfirmantarnar, hví teir vilja konfirmerast. Tey fáa nakrar svarmøguleikar at velja í, men umframt tað skulu tey hugsa um, hvat teirra foreldur høvdu viljað, at tey svaraðu, og hvat tey halda, at eg vildi havt tey at svara. Tað fáa vit viðhvørt eitt gott prát um.
Tá eg skrivi sunnudagsprædikur her í prestagjaldinum, tá síggi eg altíð fyri mær, hvør fer at sita í kirkjuni. Tey, sum altíð sita har, og tey, sum sita har av og á.
Nú skal eg skriva eitt sindur um meg sjálva, í mesta lagi 1500 orð, men hvønn skal eg skriva til? Kirkjuráðslimir? Prestar? Kirkjufólkið? Løgtingslimir? Almenningin?

Eg skal sjálvandi skriva hetta, tí at eg havi játtað at verða eitt av valevnunum til biskupsvalið, so tað avmarkar sjálvsagt svarið til tey 85% av fólkinum, sum eru limir í fólkakirkjuni umframt teir politikarar, sum skulu taka støðu í lógarsmíðinum um fólkakirkjuna, hóast teir ikki eru limir í fólkakirkjuni, so í grundini er eingin avmarking, og svarið má vera: Almenningurin. Ella: Tann, sum leggur í.

Í grundini hugsi eg ikki, at tað er tann alstóri munurin á at vera prestur ella biskupur:

Tað er alneyðugt, at ein biskupur hevur drúgvar royndir sum prestur. Tað er eisini gomul siðvenja. Sum prestur arbeiðir tú nógv sjálvstøðugt. Annaðhvørt tú arbeiðir við kirkjubókum/skrásetingum, skrivar prædikur, vígslu- ella gravar-prædikur, ella tú fyrireikar teg til konfirmantar ella til onkra serliga samrøðu ella onkran fund, so situr tú fyri teg sjálva. Tað kann kanska vera ein freisting at verða sær sjálvari nóg mikið, bara "venda bunkanum" sum summi siga og halda seg skemtast, ella "eingin lurtar álíkavæl" sum onkur segði. Hvørki  er rætt: Tað fyrra brýtur bæði virðingina fyri starvinum og sjálvsvirðingina hjá presti niður, og tað seinna er einans rætt, um tað av erfaring einki er, sum er vert at lurta eftir og taka við sær. Tað í sær sjálvum er ein stór undirmeting av kirkjufólkinum: Kirkjufólk, annaðhvørt tey sita undir lestri ella hoyra prest, hava ein víðan sjónarring. Ikki einans unna tey sær ein tíma um vikuna, har lívsins stóru spurningar eru uppi at venda, og har tey í kirkjubønini eftir lestur ella prædiku hugsa um alt land okkara og allan heimin, tey eru eisini heimavand í tí heimsskaldsskapi, sum er umboðaður í okkara sálmabók, Sálmabók Føroya Kirkju. Skuldu tey kett seg onkra løtu hendan tíman, kunnu tey blaða í sálmabókini og lesa onkrar bønir ella annað. Ella tey kunnu hugsa um tað, sum kirkjurúmið og lutirnir í tí boða uttan orð: Altarið við ljósunum og kalikinum og diskinum, altarringin, doypifuntin, kanska hongur okkurt skip ella onkur bátur úr loftinum. Ella tey kunnu í huganum fara við klokkaranum upp í tornið og hugsa um kirkjuklokkuna.

Hóast vit ikki øll klára líka væl at liva upp til tað, so eigur ein góður prestur at verða ein sj&oac