Skriva út

Valevni til kirkjuráðsvalið tann 4. november 2025

02.11.2025 Tíðindi
Folkakirkjan Logo

Nú kirkjuráðsvalið tann 4. november nærkast, ber til hjá teimum, ið eru burturstødd á valdegnum, ella bert við stórum tvørleika kunnu møta á valstaðnum til ásettu tíðina, at atkvøða við brævi.

Veljari, sum er í landinum, kann í fyrsta lagi atkvøða við brævi 1 viku undan valdegnum á einum fólkayvirliti, eisini í heimstaðarkommununi, har veljarin stendur á vallista.
Sjófólk og onnur, sum ikki eru heima valdagin, kunnu atkvøða við brævi 5 vikur undan valdegnum.

226 valevni hava stillað upp, harav 115 kvinnur og 111 menn.
Í hesum kirkjusóknum eru 41.478 limir. Av teimum hava 32.384 valrætt, ella 78,1%. 

Til ber at kunna seg um valstøð og valevni, sí niðanfyri.

Valevnislistar

Valstøð