Skriva út

Valevni og brævatkvøður

01.10.2021 Tíðindi

Nú góður mánaður er til kirkjuráðsvalið tann 2. novembur, ber til hjá teimum, ið eru burturstødd á valdegnum, ella bert við stórum tvørleika kunnu møta á valstaðnum til ásettu tíðina, at atkvøða við brævi.

Kommunuskrivstovurnar, ið varða av teim 23 kirkjusóknunum, har alment val verður, eru valstøð fyri brævatkvøðugreiðsluni.

238 valevni hava stillað upp í. Til ber at kunna seg um tey á heimasíðuni. Í hesum kirkjusóknum eru 36280 limir. Av teimum hava 28053 valrætt.

Fyrsta februar 2021 vóru 41.644 limir í fólkakirkjuni. Tað er 78,6 % av samlaða fólkatalinum. Til samans hava 32.331 valrætt.

Í mun til seinasta kirkjuráðsval, er ein kirkjusókn, har talið er komið upp um fimm hundrað limir, komin afturat. Tað er Sands kirkjusókn.

Á valinum seinast fyri fýra árum síðani vóru 40.325 limir í Fólkakirkjuni og 31.117 høvdu valrætt.

22 kirkjusóknir vóru, har valt var við valkorti. Tað vil siga, at kirkjusóknirnar høvdu meira enn 500 kirkjufólk.

Í hesum 22 sóknum vóru 26.670 veljarar og 7.539 teirra, svarandi til 28,27 %, vóru á vali. 215 fólk høvdu stillað upp. 112 kvinnur og 103 menn. Av teim valdu kirkjuráðslimunum vóru 51 kvinnur og 85 menn. Hægsta valluttøkan var í Gøtu (44,38%) og á Nesi, har (44,29%) valdu. Aðrar kirkjusóknir, ið lógu omanfyri 40% vóru í Klaksvík, Leirvík, Hvalvík og í Sandavági.

Vit vóna, at valluttøkan verður eins góð ella betri tann 2. novembur!

Valstøð og valevni

AZ