Skriva út

Val verður 26. mars 2014.

27.01.2014 Tíðindi
Valmynd AI (002)

Val til Próstadømisráðið og val til Føroya Stiftsstjórn 26. mars 2014.

Valið (Felags áseting galdandi bæði valini)

• Valdagurin er mikudagin 26. mars 2014.
• Valið fer fram á einum kirkjuráðsfundi.
• Bert kirkjuráðslimi frá at møta, skal eykalimur kallast inn.
• Atkvøðugreiðslan kann fara fram á fundi í kirkjuráðnum í tíðarskeiðinum frá 5. mars 2014 til
  26.mars 2014.
• Kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir hava valrætt.
• Atkvøðuseðlarnir skulu vera valstýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. mars 2014 kl.  
  19,00.

Valevnislistin (Felags áseting galdandi bæði valini)

• Valevnislistin skal vera valstýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 26. februar 2014 kl. 19.00.
• Kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir kunnu vera stillarar.
• Valbærir eru allir limir í fólkakirkjuni, sum lúka treytirnar fyri at verða valdir í kirkjuráðið.
• Valevnini verða stillað upp javnbjóðis og í bókstavarøð.
• Ein listi skal hava í minsta lagi 9 stillarar og í mesta lagi 25 stillarar.

Próstadømisráðið

• Veljast skulu 4 limir.
• Á listanum kunnu vera í mesta lagi 12 valevni.
• Valið verður gjørt upp sum lutfalsval.
• Ikki er loyvt valevnislista at skipa listasamband við annan valevnislista.

Føroya Stiftsstjórn

• Veljast skal ein limur.
• Á listanum kunnu vera í mesta lagi 3 valevni.
• Ikki er loyvt valevnislista at skipa listasamband við annan valevnislista.


Atkvøðuseðlarnir skulu sendast til :

Valstýrið, Co: Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn.

Tórshavn hin 23. januar 2014.

Vegna valstýrið
Jógvan Fríðriksson, biskupur