Skriva út
Val í fimm kirkjusóknum
07.10.2009 Tíðindi

Fólkakirkjan er í sínum bygnaði fólkaræðisliga skipað. Hvør kirkjusókn velur eitt kirkjuráð, ið tekur sær av gerandisdegnum í kirkjuni saman við presti. Kirkjuráðið hevur ábyrgd av kirkjukassanum og skipar so fyri, at kirkjan sum bygningur hevur tað gott. Kirkjuráðið velur prest og kallar kirkjunnar tænarar í tænastu.
Fjórða hvørt ár er so kirkjuráðsval. Valið er lýst við eini løgtingslóg, og ein føst mannagongd er løgd. Hetta tryggjar opinleika og skygni. Týdningarmikið er tað, at kirkjan heldur seg til skipað viðurskifti, og at øll kenna sín rætt og møguleika til stjórn og leiðslu. Møguleikin er eyðvitað eisini ábyrgd.
Valið er lýst at vera týsdagin hin 3. november 2009. Hetta er tað fyrsta kirkjuráðsvalið, síðani umsitingin av fólkakirkjuni kom á føroyskar hendur á ólavsøku 2007.
Hvør kirkjusókn velur eitt valstýri, ið tekur sær av tí praktiska. Mánakvøldið 5. oktober 2009 kl. 22,00 skuldu listarnir vera valstýrinum í hendi.
Sagt við fyrivarni verður einans val í fimm kirkjusóknum. Hesi støð eru : Vágur, Miðvágur, Sandavágur, Gøta og Klaksvík.
At val einans er í fimm kirkjusóknum er møguliga ein ábending um, at fólkið runt um í landinum, ið hevur ábyrgd av kirkjuni, hugsar øðrvísi enn Føroya Løgting. Løgtingið hevur nýliga við lóg ásett, at til kirkjuráðsvalið í 2013 skal verða val í øllum kirkjusóknum, ið eru størri enn 500 fólk.
Møguleikin at velja og møguleikin at velja uttan val, tað eru hesar báðar valmøguleikarnar, ið fólkið ynskir. Í øllum førum kann tað lága talið av kirkjusóknum, ið hava val 3. november, tulkast tann vegin.
Mett verður, at áhugin fyri arbeiðinum er rímiliga stórur, sjálvt um valið verður valt frá. Í fleiri kirkjusóknum varð lýst til almennan fund, har valið og arbeiðið í kirkjuráðnum stóð á dagsskrá. Á hendan hátt er talan um almenna uppstilling og óbeinleiðis val.
Vit vita longu nú, at nógv nýggj andlit taka sæti runt um í landinum. Útskiftingin av manningini hevur verið rættiliga stór í fleiri kirkjusóknum, har einki val verður.
Tað er eitt sunt tekin, at kirkjan / kirkjuráðið kann endurnýggja seg bæði við vali og uttan val.
Nú er at vóna, at nógv nýta møguleikan at velja hin 3. november í teimum kirkjusóknum, har val verður.
JF
Onnur tíðindi