Skriva út
Val av limi til Stiftsstjórnina.
16.01.2008 Tíðindi
Mentamálaráðið hevur útskrivað val til stiftsstjórnina. Valið fer fram í februar mánaði, og atkvøðuseðlarnir skulu verða valstýrinum í hendi í seinasta lagi tann 22. februar 2008, kl. 12.00.Tað eru kirkjuráðslimirnir, ið atkvøða, og bræv verður sent hvørjum kirkjuráði við neyvari kunning um mannagongdina í sambandi við valið. Tann, ið líkur krøvini at verða valdur í eitt kirkjuráð, er valbærur.
Listarnir við valevnunum skulu verða valstýrinum í hendi í seinasta lagi 31. januar 2008, kl. 12.00. Ein vallisti kann í mesta lagi hava 5 valevni og 10 stillarar. Stillari er kirkjuráðslimur.
Valstýrið er mannað við Duritu Tausen, Bergi Berg og Jógvani Fríðrikssyni. Adressan er J. Patursonargøta 20, 100 Tórshavn.
Virkisøkið hjá stiftsstjórnini fevnir víða, t.d. fíggjar- og búskaparmál hjá fólkakirkjuni sum heild. Hon bæði setur og loysir úr starvi starvsfólk hjá stiftsstjórnini eftir innstilling frá biskupi. Í mangar mátar er stiftsstjórnin kirkjunnar evsti myndugleiki.
Stiftsstjórnin er mannað við trimum limum. Biskupur er føddur limur og formaður. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein lim, sum er embætisfólk í tænastu landsins. Kirkjuráðslimirnir velja tann triðja limin.
Durita Tausen, Tórshavn, er limur í stiftsstjórnini. Hon er tilnevnd av landsstýrismanninum. Tummas Lauritsen, Miðvágur, umboðar kirkjuráðini í einum fyribils tíðarskeiði fram til 1. mars 2008. Tað er sostatt hesin sessurin, ið atkvøðast skal um.
Júst hetta valið er spennandi, tí her hómast nakað nýskapandi. Tað er á fyrsta sinni í føroyskari kirkjusøgu, at kirkjuráðslimir fáa beinleiðis ávirkan á stiftsstjórnina. Í mangar mátar eitt frambrot fyri fólkaræðið í fólkakirkjuni.
Onnur tíðindi