Skriva út

Vága prestagjald: Samtala við neystatræið

22.10.2025 Tíðindi
Neystatræið

Kom og ver við í "Samtalu við neystatræið".
Vit kenna neystatræið, hvar fólk hittast úti og koma í hugnaligt prát. Har er pláss fyri nærveru, samtalu og eftirtanka.

Við íblástri frá neystatrænum verður givið høvi til at hittast til opna samtalu um teir stóru spuringarnar í lívinum.

Vit hittast í Prestagarðinum 23. oktober kl. 19.30.

Áhugaði eru vælkomin at seta seg í samband við prestarnar Marjun í Kálvalíð tlf 237335, Inga Poulsen Dam, 237336.