Skriva út

Vága prestagjald

21.08.2012 Tíðindi
Vága prestagjald

Á felags kirkjuráðsfundi 21. august 2012 innstillaðu kirkjuráðini Ingu Poulsen Dam til kallið sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi. Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið endaliga tekur støðu til innstillingina og setur prestin í embætið. Biskupur hevur samskift við landsstýrismannin, ið eftir tilmæli biskups ætlar at fylgja innstillingini hjá kirkjuráðunum, tá formligu viðurskiftini eru greidd.

Ætlanin er, at Inga Poulsen Dam hevur ábyrgd av kallinum longu 1. september í ár, sjálvt um hon formliga verður innsett í kallið nakað seinri.

Inga Poulsen Dam hevur verið sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi síðani 2000. Til kallið Í Norðstreymoy hoyrir Vága prestagjald við einum arbeiðsbýti á 50%.

7 umsøkjarar vóru til kallið.

JF