Skriva út
Vælkomin á kórkonsert í Vesturkirkjuni leygardagin kl. 17.00
29.04.2026 Tíðindi

Vælkomin til eina spennandi konsert leygardagin.
Íslendska kórið Spectrum hevur vunnið sær orð sum eitt dygdarkór, ið megnar krevjandi útsetingar og leggur stóran dent á livandi framførslur. Sum navnið bendir á, umboðar tónleikurin eina breiða viftu innan tónleikasløg heilt frá klassiskum verkum til samtíðar rocktónleik.
Kórleiðari er Ingveldur Ýr, sum umframt at stjórna fleiri kórum er kend operasangarinna.
Kórleiðari er Ingveldur Ýr, sum umframt at stjórna fleiri kórum er kend operasangarinna.
Tórshavnar kamarkór er eitt av fremstu kórunum í Føroyum og hevur í nógv ár ríkað føroyska tónleikalívið við framúr framførslum bæði heima og uttanlands. Kórið arbeiðir miðvíst við at menna eina høga tónlistarliga góðsku og hevur eitt fjølbroytt úrval av verkum á skránni – frá klassiskum kórtónleiki til nýggjari og føroyskan tónleik.
Bernharður Wilkinson stjórnar Tórshavnar kamarkóri.
Bernharður Wilkinson stjórnar Tórshavnar kamarkóri.
Skráin hjá kórunum báðum er hugtakandi og inniber verk eftir m.o. Eric Whitacre, Ola Gjeilo og Michael John Trotta.
Konsertin er ókeypis, og varar ein lítlan tíma.
Onnur tíðindi