Skriva út

Væleydnaður kirkjufundur í Eysturoynni

28.11.2008 Tíðindi
Væleydnaður kirkjufundur í Eysturoynni

Sunnudagin 23. november var árligi kirkjufundurin hjá kirkjuráðslimum og kirkjutænarum í Eysturoynni hildin í Fuglafjarðar kirkju.

Kirkjufundurin byrjaði við gudstænastu og altargongd seinnapartin kl. 17.00. Henning Bøgesvang, prestur, prædikaði. Hinir prestarnir í Eysturoynni, Meinhard Bjartalíð, Martin R. Jacobsen, Emil Olsen og Uni Næs, hjálptu við altargongdini.

Eftir gudstænastuna var samkoma fyri kirkjuráðslimum og kirkjutænarum í kirkjukjallaranum. Á fundinum vóru tveir gestarøðarar: Hilda Viderø og Jóhannes Johannessen úr Klaksvík.

Á kirkjufundunum plagar eitthvørt evni at verða borið frá. Hesuferð var evnið: Fólkakirkjan og ytri missión. Hilda og Jóhannes hava arbeitt í ytri missión í mong ár, og fingu tey høvi at greiða frá ytri missión við teimum royndum, tey hava gjørt, tá ið tey vóru trúboðarar.

Framløgurnar hjá Hildu og Jóhannes vóru áhugaverdar og hugvekjandi. Nomið varð m.a. við leiklutin hjá kirkjuni, tá ið talan er ytri missión, og hvussu kirkjan ítøkiliga í okkara tíð kann vera við í ytri missións arbeiði. Eisini var komið inn á samstarv millum kirkjuna og tey, sum hava áhuga í ytri missión – bæði í Føroyum og uttanlands.

Vónandi verður ytri missión eitt evni, sum kirkjuráðini fara at taka upp til viðgerðar á kirkjuráðsfundunum í komandi tíðum.

Onnur evni vóru eisini til umrøðu á kirkjufundinum, t.d. føstugudtænasturnar, møguleikarnir hjá børnum og ungum í gudstænastuni, tá ið tað er talan um onnur ljóðføri enn urgan. Eisini var ein kunning um góðu royndirnar at brúka hitapumpur í Leirvíkar kirkju, og ein kunning um nýggja uppískoyti til sálmabókina, sum væntandi verður liðugt um eitt ár.

Uml. 130 kirkjuráðslimir og kirkjutænarar møttu á Kirkjufundinum, og øll vóru glað fyri eina ríka løtu í kirkjuni og gott borðhald í kirkjukjallaranum, har viðkomandi mál vórðu umrødd, sum hava við kirkju okkara at gera.