Skriva út

Útivið 100 konfirmantar á legu í Nólsoy

07.03.2012 Tíðindi
Útivið 100 konfirmantar á legu í Nólsoy

Vikuskiftið 2. til 4. mars vóru knappliga 100 konfirmantar á legu í Nólsoy.

Konfirmantarnir vóru úr Norðstreymoyar, Fuglafjarðar og Nes prestagjaldi, og evnið á leguni var “Kirkjan og guðstænastan”.

Fyrstu ungdómarnir komu longu til Nólsoyar seinnapartin fríggjadagin. Fríggjakvøldið endaði við aftansangi, og longu leygarmorgunin varð aftur farið í kirkju til morgunsang, áðrenn morgunmaturin var etin. Undirvíst var í kirkjugongd, kirkjubygningum og kirkjusøguni. Egon Hansen greiddi frá Kirkjuni á Tanganum, sum Nólsoyar kirkja eisini verður kallað.

Seinnapartin var gongutúrur, og seinni kom Birgir Kruse at greiða frá filmi.

Leygarkvøldið var kvøldseta hildin til endað var við aftansangi í kirkjuni, har Martin, prestur, bæði hevði andakt og spældi urgu. Ikki minst hugtók tað konfirmantarnar, tá Anne Mette, prestur, við síni sopranrødd sang gamla kingolagið "Nú leiti eg til tína náði".

Endað varð sunnumorgunin við guðstænastu, tá Bergtórur Bjarkhamar prædikaði.

Legan eydnaðist væl og fyrireikararnir takka hjartaliga fyri beinasemið frá hjálparfólki og ikki minst fyri góðan heimabakstur frá foreldrum.

Prestarnir, ið vóru við á leguni, vóru Martin Restorff Jacobsen, Anne Mette Klemensen, Inga Poulsen Dam, Bergtórur Bjarkhamar og Theodor Eli Dam Olsen.

Skrivað: tedo.