Skriva út

Útigudstænasta Kristi himmalsferðardag við Stórá

12.05.2026 Tíðindi
Mynd Frá Heimasíðuni Hjá TB

Kristi himmalsferðardag, tórsdagin 14. mai kl. 11.00, skipa kirkjurnar og bønhúsið í Suðuroy fyri felags útigudstænastu á vøllinum við Stórá í Trongisvági. 

Tað verður ein hugnalig løta, har okur koma saman um Guds orð og sálmasang, undir opnum himli. Undir gudstænastuni verður ein søga til børnini, og Tvøroyrar hornorkestur luttekur við spæli. 

Aftaná gudstænastuna bjóða kirkjuráðini ein drekkamunn og okkurt søtt til børnini. 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kirkjurnar og bønhúsið í Suðuroy