Skriva út

Útigudstænasta í Havn 2. hvítusunnudag kl. 11.00

19.05.2024 Tíðindi

Eins og undanfarin ár, skipa kirkjurnar í Suðurstreymi fyri útigudstænastu á ovara vølli 2. hvítusunnudag klokkan 11.00.

Prestarnir í Suðurstreymi luttaka við lestri, prædiku og bøn, Havnar Hornorkestur og GHM spæla undir til sálmarnar, og søga verður fyri børnunum.

Eftir gudstænastuna eru øll boðin til drekkamunn í Badmintonhøllini. Okkurt gott verður eisini til børnini.