Skriva út

Úti-Guðstænasta í Fuglafirði 2. hvítusunnudag

21.06.2011 Tíðindi
Úti-Guðstænasta í Fuglafirði 2. hvítusunnudag

Í góðveðrinum 2. hvítusunnudag 13. juni, varð guðstænastan í Fuglafirði hildin úttandurða. Hetta er vælkent aðrastanis, eitt nú úr Danmark, hvar stórur partur av guðstænastunum 2. hvítusunnudag verða hildnar úti í náttúruni.

Eitt sera hugnaligt grønt umráði er niðanfyri kirkjuna í Fuglafirði og hóskaði tað sera væl til endamálið. Kirkjuráðið hevði saman við presti borið so í bandi, at bæði Fuglafjarða Hornorkestur og Fuglafjarða Sangkór luttóku og settu sín serliga dám á guðstænastuna.
Øll vóru á einum máli um at hetta tiltak skal verða afturvendandi.

Orð: AMK
Mynd: Kjartan Madsen