Skriva út

Útferð til Suðuroynna

18.05.2011 Tíðindi
Útferð til Suðuroynna

Ikki ein ond var at kenna henda vakra mikumorgun 4. mai niðri á Sandi í Klaksvík. Klokkan var 6.45 og nærum 60 fólk vóru savnað til at fara at vitja Suðuroynna henda vakra dag. Tað var fólk, ið trúliga koma saman til hugnaløtu í kirkjukjallaranum í Klaksvík, ið fóru útferð. Leiðin lá fyrst suður til Havnar, har Smyril lá klárur at føra okkum um fjørð.

Komin umborð, tók hovmeistarin ímóti og bjóðaði okkum uppá dekk 6, har ein salong var løgd av til okkum. Nógv var gjørt burturúr. Kaffi og annað gott stóð klárt. Skiparin henda túrin, var klaksvíkingurin, Erland Mørkøre. Hann kom niður at heilsa uppá bygdarfólk sítt. Hann bjóðaði síðani okkum uppá brúnna og niður í maskinrúmið. Tað var sum á gólvinum allan vegin suður, og vakurt var útsýnið av brúnni.

 Tá ið vit løgdu at bryggju við Krambatanga, stóð Finn Johannesen - klaksvíkingur í útlegd bústiandi í Vági - fyri okkum og hevði hann tveir bussar klárar. Fyrst løgdu vit leiðina til vøkru bygdina, Fámjin, har vit fingu frágreiðing um kirkjuna og flaggið. Har sungu vit sálmin, Jesus til várt sálargagn. Síðani var farið á Tvøroyri, á Seglloftið, har Anna Kirstin hevði døgurða kláran til okkara, ein matskrá við trimum rættum. Døgurðin smakkaði framúr væl. Í hugnaliga umhvørvinum á Seglloftinum, greiddi Anna Kirstin frá ymiskum søguligum um fyritøkuna hjá Thomsen.

Mett og væl sett, lá leiðin til Porkeris um Hovsegg, har Hilmar Bech, deknur, og fyrrverandi fyrstilærari, stóð fyri okkum og vísti okkum ta hugnaligu kirkjuna. Eftir ein góðan steðg, koyrdi vit síðan til Sumbiar eftir gamla vegnum um Hestin, ið tað verður kallað. Har er bratt, men vakurt. Ein vøkur sjón var tað at síggja oyggjarnar, ið glitraði í sólarljósinum. Í Sumba var hildin gudstænasta kl.16.00, har Hanus á Gørðum, prestur, prædikaði og Alex Sólstein leikti á klaver. Eini 25-30 bygdarfólk komu og luttóku í gudstænastuni. Eftir gudstænastuna var bjóðað kaffi í skúlanum og gestablídni var stórt. Klokkan gongur skjótt í góðum selskapi, og tíð var aftur at koyra norð á Tvøroyri, har Smyril skuldi sigla okkum til Havnar og síðani við bussi til Klaksvíkar. Komin miðskeiðis í Norðoyatunnilin, umleið kl. 22.00, var stemmað í kenda kvøldsálmin “Nú dagurin at enda er” og Faðirvár biðið. Dagurin var komin ein enda, ein dagur við ríkum upplivingum.

                                                Hanus á Gørðum.