Skriva út
Urgutónleikur í fólkakirkjuni.
09.09.2009 Tíðindi

Trúfastir kirkjutænarar gera tænastu í fólkakirkjuni. Ein tænasta, ið ikki kann metast ov høgt. Tey eru har til gudstænastur, gleði og sorg. Ein av tænastunum er við urguna, og urguleikararnir runt um í landinum savnaðu seg fyri nøkrum árum síðani í eitt felag.
Urguleikarafelagið hevur víst sálmasanginum í føroysku kirkjunum stóran áhuga. Felagið hevur ment tilvitan fólksins og ítøkiliga ment tónleikin í kirkjuni.
Fyri rúmari tíð síðani var fundur í Biskupsgarði, har umboð fyri Urguleikarafelagið greiddu frá støðuni og bóru fram ávísar hugsjónir. Avgjørt varð at seta eina nevnd til tess at lýsa og greina spurningin um urguleikarar í føroysku fólkakirkjuni.
Biskupur hevur heitt á Urguleikarafelagið við bøn um, at felagið verður drívmegin í eini arbeiðsnevnd, ið skal lýsa og greina tænastuna við urguna í fólkakirkjuni, meta um tørvin á urguleikarum og koma við einum tilmæli til biskupin.
Tilmælið verður at meta sum ein arbeiðsskrá hjá leiðsluni í fólkakirkjuni (dómpróstur / Próstadømisráð og biskupur / Føroya Stiftsstjórn), ið vit í felag kunnu virka og stjórna eftir. Tað er eyðvitað, at vit mega taka fíggjarlig atlit, men uttan hugsjón fá frambrot.
Biskupur letur nevndini í hendi at orða neyvari arbeiðssetning og stevnu. Nevndin skipar seg við einum formanni, ið skipar og samskipar arbeiðið. Biskupur metir tað hóskandi, at annað umboðið hjá Urguleikarafelagnum er formaður / forkvinna.
Ein nevnd við 5 persónum verður mett hóskandi :
• Urguleikarafelagið 2 umboð
• Prestafelagið 1 umboð
• Felagið fyri Kirkjuráðslimir 1 umboð
• Próstadømisráðið 1 umboð
.
Ætlandi verður tilmælið handað leiðsluni í fólkakirkjuni 1. juni 2010.
JF.
Onnur tíðindi