Skriva út

Urgukonsert – Ari Hammer Joensen

27.03.2024 Tíðindi
Mynd: Ingi Sørensen

Páskaaftan ella leygardag reyða verður urgukonsert við unga úrmælinginum Ari Hammer Joensen. Konsertin verður í Hoyvíkar kirkju kl. 19. Hoyvíkar kirkja fekk nýggja urgu fyrraárið. 

Ari vann í fjør fyrstu virðisløn í kappingini Stella Polaris í bólkinum fyri ung millum 14 og 18 ár, og nú lesur hann á Kongaliga Musikkkonservatoriinum í Keypmannahavn.

Skráin: 

1. Dietrich Buxtehude - Präludium und Fuga í D dur BuxWV 139 

2. César Franck - Chorale nr. 2 í h moll

3. Johann Sebastian Bach - Toccata und Fuga í F dur BWV 540

4. Felix Mendelssohn Bartholdy - Sonate nr. 3 í A dur Opus 65 Nr. 3

I Con moto maestoso
II Andante tranquillio

5. Johann Strauss II - An der schönen blauen Donau Walzer Opus 314
Arr. Jonathan Scott .