Skriva út

Úr orðinum ella av borðinum

31.03.2021 Tíðindi

PÁSKAHALD: »Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera« (Matt. 6,21).

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Deyði, hvar er nú broddur tín?
Helviti, hvar er tín sigur?
Risin er aftur frelsari mín,
áður í grøv lagdur niður.
Roðar nú páskasól um fjøll,
vermir og gleðir hjørtu øll!
Tøkk havi Guð fyri lívið.

Tað hvílir av sonnum ein sigursæla yvir hesum páskasálminum. Eyðsýnt er, at skaldið Fríðrikur Petersen (1853-1917) hevur valt sær orðini úr 1. Kor. 15,55: »Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?«

Í skaldskapi sínum var Fríðrikur Petersen einfaldur í hugmyndunum, fastur og sterkur í orðalagnum, sum var fjálgt og bar ein brennandi kærleika til tað evni, hann tók til umrøðu. Hetta síggja vit bæði í sálmum og fosturlandssangum hansara.

Tað er ár 1900, hann yrkir sálmin um deyðans yvirmann, sum reis úr grøv páskamorgun, sama ár, sum hann tekur við embætinum sum Føroya próstur, við bústaði á Nesi í Eysturoy.

Dymbildagavikan hevur yvir sær ein lagnutungan dám. Hon sigur okkum søguna um líðing Krists, men í sálmi sínum minnir Fr. Petersen okkum á, at tað var henda lagnutunga gongdin út á Golgata, sum skuldi leiða mannættina fram til sigur og gleði. Tað var við deyða sínum á krossinum og uppreisn síni, at Jesus fullgjørdi frelsugerningin og vann okkum ævigt lív. Tí halda vit páskir.

Um várið koma páskirnar. Í stundan okkara móti sumri. Og tær eru eitt framhald av tí ljósi, sum birtist fyri okkum myrkastu háveturstíð – á jólum, tá vit mintust føðing hansara, sum leið deyðan á krossinum.

Jólini eru fasta tíð á árinum. Tað eru páskirnar ikki. Og hvussu verða páskirnar so ásettar? Jú, henda áseting hongur saman við teirri jødisku tíðarrokningini, og serstakliga, hvussu hon var á døgum Jesu. Jødiska árið hevði tá sum nú 354 dagar, svarandi til tólvmána mánðir. Tá ellivu dagar vanta í mun til sólarárið, er umleið triðja hvørt ár leypár hjá jødum, og verður tá skotin inn í árið ein heilur mánaður eyka.

Á okkara døgum fer hetta fram eftir ásettum reglum, men fyri tvey túsund árum síðan var reglan tann, at akurin skuldi vera staðin og páskalambið búgvið til tøku, so at páskir – minnishøgtíðin til útferðina úr Egyptalandi – kundu haldast. Páskirnar byrjaðu altíð tann 15. í mánaðinum »nisan«, og avgjørt varð, at tann 1. nisan ikki mátti vera áðrenn várjavndøgur (21. mars samb. okkara tíðarrokning). Hendi tað, var eitt leypár neyðugt og ein mánaður skotin inn eyka áðrenn nisan.

Jødisku mánaðirnir fylgdu mánanum. Fyrsti dagur í hvørjum mánaði fell tí altíð saman við tendring. Tí var fullmáni tann 15. í mánaðinum nisan og paskadagur sostatt fyrsta fullmána eftir várjavndøgur.

Kirkjufundur og kalendaravilla

Kristnu páskirnar vórðu ásettar á stóra kirkjufundinum, sum Konstantin keisari mikli kallaði saman í Nikea í Lítla Ásia (Bythinia, nú Iznik í Turkalandi) í árinum 325. Her hittust umleið 250 biskupur úr øllum Rómverjaríkimnum, úr Germania, Persia og Armenia. Teir skuldu koma ásamt um fastar reglur fyri læru kirkjunnar.

Sjálvur var Konstantin keisari ikki førur fyri at taka lut í orðaskiftinum um trúfrøðiligar spurningar. Hesum høvdu lærdu kirkjumenninir meira skil fyri. Men passivur áhoyrari var hann kortini ikki. Hann eggjaði til semju, og hann legði uppí, tá hann helt tað vera neyðugt. Og ikki aftraði hann seg við at brúka ein gamlan, nógv nýttan hátt at royna semju: at bjóða monnum í veitslu og fáa teir í góðan hýr kring búgvið borð.

Tað var tá, at páskadagur varð ásettur til fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur (21. mars).

Tann Julianski Kalendarin frá árinum 45 f.Kr. var tá í gildi. Men orsakað av eini villu í hesum kalendaranum komu várjavndøgur at vera nakað fyrri, soleiðis, at tá komið varð inn í 1500-árini, var páskadagur 11. mars. Hetta var orsøkin til, at Gregor XIII pávi í 1582 gav út nýggjan kalendara, ið kom at bera navn hansara Tann Gregorianski Kalendarin, og sum vit enn í dag nýta.

Men tá hesin kalendarin í fyrstani bert var galdandi fyri tey katólsku londini, hildu protestantar og katolikkar ikki páskir um somu tíð. Í Danmarkar ríki kom gregorianski kalendarin í gildi í 1700.

Í dag fylgja øll kristin lond tí gregorianska kalendaranum. Ortodoksa kirkjan ikki fyrr enn eftir fyrra heimskríggj. Onkur teirra ásetir framvegis páskirnar eftir julianska kalendaranum.

Páskir ásetta tíð?

Alt eftir støðu mánans og hvussu vikudagarnir falla, kann páskadagur vera hvønn sunnudag millum 22. mars og 25. apríl, báðir dagar íroknaðir.

Allir dagar innan hetta tíðarskeið eru tó ikki eins vanligir. 22 mars er bert páskadagur eina ferð í 205 ár, og í okkara tíð uppaftur sjáldnari – seinast í 1818 og ikki aftur fyrr enn í 2285. Í sama mun var páskadagur 25. apríl seinast í 1949 og verður tað ikki aftur fyrr enn 2038. Hinvegin koma allir dagar millum 28. mars og 20. apríl nøkulunda líka ofta fyri – umleið einaferð hvørt 30. ár. Hesaferð 4. apríl.

Mangan hevur talan verið um at broyta kalendaran aftur. Í fimmtiárunum hevði Sverri Fon (1919-1968), landsbókavørður, áhugaverda grein um henda spurning í tíðarritinum Glugganum. Hann nevnir m.a. kalendaraskipan, ið legði allar dagar í fasta legu á tann hátt, at var t.d. 7 apríl ein mikudagur tað árið, kalendaraskipanin kom í gildi, fór hann at verða tað hvørt ár síðan.

Hvussu er og ikki, so halda mong leik og lærd á okkara døgum, at gott hevði verið, um páskirnar hvørt ár vórðu hildnar ásettan dag, javnbjóðis jólahøgtíðini. Og tað, sum hendi páskunum, hendi eisini hvítusunnuni, tí hon verður hildin ásett dagatal eftir páskir.

Bretska parlamentið samtykti longu í 1928 lóg um, at páskir skuldu vera 2. sunnudag í apríl. Men treytin fyri gildiskomu var, at allar kristnar meinigheitir í Bretlandi fyrst góðtóku lógina. Tað hava tær ikki gjørt og eru tí páskir framvegis ikki ásettan dag í Bretlandi.

Bæði søgufrøðingar og onnur vísindafólk – stjørnufrøðingar – hava leitað eftir neyva krossfestingardegi Krists, og við honum áseta páskirnar. Hesar útrokningar benda á, at krossfestingin hevur verið annaðhvørt 7. apríl ár 30 ella 3. apríl ár 33. Men eftir øllum at døma er langt á mál at semjast um nakrar broytingar.

Har sum gripur tín er ...

Heiður tær veri,
Harri, sum á deyða vann!
Páskaboð nú berið:
Deyðin bana fann!
Ljósar lógu lundir,
sí, ein eingil kom,
læt upp gravargrundir,
Jesu grøv er tóm!
Heiður tær veri,
Harri, sum á deyða vann!
Páskaboð nú berið:
Deyðin bana fann!

E. L. Budry 1885. Arne Fjelberg 1947. Edm. í Garði.

Broytingar ella ikki. Skal nøkur meining vera í framhaldandi at halda páskir sum eina ‘kristna’ høgtíð, so er umráðandi, at vit trúgva á uppreisnina páskamorgun, tí hon er aðalhyrnissteinurin í kristnu læru okkara.

Frídagarnir eru mangir. Tí er umráðandi ikki bara at hugsa um føðina á borðinum, men eisini hana, sum er í orðinum. Mat á borðið skulu vit øll hava, men tað er føðin í sanna Orðinum, sum leiðir okkum at páskamorgni, uppreisn Krists og frelsuni í honum. At fáa tær staðfestar í sinnum okkara.

Í halgidóminum á páskum? At tað ikki júst er húsið, sigur Orðið okkum, tí sjálvur hevur Harrin givið lyfti um, at hann er millum teirra, ið koma saman í hansara navni, hvussu fá tey so eru, og hvar tey eru.

Men gudsorðið minnir okkum samstundis á hetta: »Tí at har sum gripur tín er, har man eisini hjarta títt vera.« Matt, 6,21). Ein áminning um, at tað er góður vani at savnast um teir lutir, sum mølur og rustur ikki eta. Tað orð, sum verður boðað í halgidómi okkara. Kirkjuni. Latið ikki ta gøtuna grógva saman.

Tíðindamynd:
Kristnu páskirnar vórðu ásettar á stóra kirkjufundinum, sum Konstantin keisari mikli kallaði saman í Nikea í Lítla Ásia (Bythinia, nú Iznik í Turkalandi) í árinum 325.


Páskirnar hava mangar frídagar. Tí er umráðandi ikki bara at hugsa um føðina á borðinum, men eisini hana, sum er í orðinum. Mat á borðið skulu vit øll hava, men tað er føðin í tí sanna Orðinum, sum leiðir okkum at páskamorgni, uppreisn Krists og frelsuni í honum.