Skriva út

Úr kvirruni og út í meldurin í miðbýnum

28.04.2023 Tíðindi

Morgunandaktin í Havnar kirkju gevur fólki bæði høli, høvi og tíð at savna sær kreftir til dagsins mongu uppgávur og skyldur – á arbeiðsplássinum og heima við hús.

Havnar kirkja: Klokkan er farin at nærkast 10. Tað er fyrrapartur og hósdagur 27. apríl her í miðbýnum í Havn.

Fólk gera síni ørindi. Ferðafólk ganga runt og hyggja seg um. Á skrivstovum og øðrum arbeiðsplássum verða telefonirnar tiknar, fundir hildnir, og viðskiftafólk avgreidd, sum einhvønn annan hósdag í árinum. Alt tykist at ganga sum vanligt og skipað.

Men var tú í miðbýnum hesa løtuna, legði tú møguliga merki til tvey øðrvísi viðurskifti: Gavst tú tær stundir at lurta, so hoyrdi tú uttan iva ta kallandi kirkjuklokkuna, sum var talan um ringing ein sunnumorgun. Mundu tey kanska hava tikið feil af vikudøgunum?

Tann, ið steðgaði á og hugdi seg væl um, sá møguliga ein lítlan, men kortini málbevísan flokk halda eina og somu leið, - ímóti einum stórum hvítum bygningi á Kirkjuvegi 3.

Hesin flokkurin, sum taldi millum 15 og 20 fólk, bæði føroyingar og útlendingar, hevði bara eitt í huganum hesa løtuna: Læt sólina skína oman og niðan. Læt bare levind og gang vera har. Vit mugu altso inn í Havnar kirkju, áðrenn tað byrjar klokkan 10.

Hetta ”tað” er ikki nøkur konsert, vígsla ella onnur kirkjulig tænasta, men tann sokallaða morgunandaktin, sum er hósdag við eini rættiliga einfaldari skrá. Ein skrá, sum kortini hevur áhuga hjá fólki, og sum megnar at geva teimum eina løtu í friði, hugsan og kvirru í einum gudshúsi.

Klokkan er ikki nógv sekund over 10, tá Ann Hermansdóttir, sum hesa ferð er presturin, ið stendur fyri morgunandaktini, bjóðar vælkomin. Hennara uppgáva er at lesa tveir bíbliutekstir, bønir og heilsan til dagin, og annars skipa andaktina saman við organistinum Leif Hansen og klokkaranum Heina Magnussen.

Nú boðar hon frá, at fyrsti sálmurin er nummar 555 – tann vælumtókti morgunsangurin ”Nú skínur sólin bjarta”.
Løtu seinni er andaktin liðug, og í sinninum á hvørjum teirra ljóðar framvegis heilsanin úr sálminum: Fylg mær og ver tú hjá mær, tá eg nú fari út, - nú sólin í fjøll og líð man roða.

”Jesus besta navnið er”, bæði her til morgunandaktina, og tá tú fert út í tær mongu ymisku uppgávurnar í gerandisdegnum

Ein oasa í meldrinum
Vanligt er, at friður valdar undir eini gudstænastu í eini kirkju. Men gjáramorgunin var kanska eitt vet friðarligari enn til andre tíðir, nú morgunandaktin skuldi byrja.

Síðani byrjað var við hesi andaktini fyri sløkum fimm árum síðani, hevur hetta víst seg at vera ein løta – tað vil siga: 15 minuttir, sum fólk seta tíð av til, nú dagurin einans var 10 tímar gamal.

Í einum stressaðum gerandisdegi á einum arbeiðsplássi við nógvum ymiskum uppgávum, sum skulu loysast innan ávísa tíð, og aftaná tað allar skyldurnar, ið ein hevur heima við hús, er helst tørvur á eini slíkari andakt.

Henda morgunandaktin er at meta sum ein oasa í øllum meldrinum í einum lítlum stórbýi – ja, eitt friðarstað, har tú fært høli, høvi, umstøður og tíð at savna tær kreftir til restina av degnum, ella kanska til at byrja dagin við.

Eina løta í kvirru og djúphugsan í Havnar kirkju, er gott fyri sál og sinn

Kaffi og prát
Rættiliga nógvar skrivstovur liggja í nánd af kirkjuni, millum annað ein partur af landsins umsiting. Her eru tað tey, sum fegin ynskja at taka við hesum tilboðnum um eina stilla løtu hvønn hósmorgun.

Fólk koma eisini aðra staðni frá, millum annað frá sosialt og arbeiðsrættaða tilboðnum í Fountainhúsinum, sum liggur fáar hundrað metrar frá kirkjuni. Tey høvdu eisini sína uppgávu hesa løtuna, tí tað vóru tey, sum skipaðu morgunkaffið úti í forkirkjuni.
Her var eitt gott høvi hjá fólki at hitta hvønn annan og fáa eitt prát, áðrenn farast skuldi undir dagsins næstu uppgávu.

Ein segði tað soleiðis, við kaffikoppi í hond, at hann hevði snøgt sagt lagt sær hesa løtuna inn í dagsskrá sína hvønn hósdag, tí so var eingin ivi um, hvat hann skuldi.

- Sært tú. Skal eg skipa fyri einum fundi hósmorgun, so royni eg, sovítt tað yvirhøvur er gjørligt, at leggja hann soleiðis, at eg kann fara til morgunandaktina, - ella so, at fundurin byrjar eftir klokkan 10:15, tá henda andaktin er liðug.

Eingin prædika er undir morgunandaktini, men sálmasangur, upplestur úr Bíbliuni, bønir og ein góður kaffimunnur úti í forkirkjuni

Hví eri eg her?
Kenslan í kirkjuni er fjálg. Tey umleið 20 fólkini til dagsins andakt eru komin higar at hoyra, hvat ið skaparin, frelsarin og tann góði heilagi andin, sum er uggarin í lívi og deyða, vil við tey tala.

Tey hava møguliga ikki tíð og umstøður at fara í kirkju sunnumorgun, men koma nú frá skundinum og stressinum á Havnargøtum, og inn til ein frið og eina serstaka tøgn og kvirru, sum ein kann fáa her.

Tað er vælsignað at koma inn í kirkjurúmið, og trygt og gott at kunna fylgja øðrvísi rutinum enn teimum, ið gerandisdagurin annars hevur. Her fært tú tíð at hugsa um dagin og um lívið. Her er loyvt at hvørva seg burtur, loyvt hjá tankunum at fara frítt á flog, ella ein bara situr stillur í djúphugsni.

Ein situr kanska her og hugsar um, hví hann er her á foldum? Ein annar um, hví hann er her í Havnar kirkju í morgun? Og ja, tann triði hugsar hinvegin um tann stóra og djúpa spurningin í tilveruni: Hvussu kann eg gerast eitt betri menniskja?

Ella, sum ein segði tað í forkirkjuni, tá andaktin var liðug: Fyri meg er hetta løtan, tá bønin Faðirvár av álvara verður stór og týdningarmikil fyri meg.
Her verður einki kravt av tær, uttan tað at tú setur tíð av ein dag um vikuna frá klokkan 10:00 til 10:15, so leingi sum andaktin varir.

Tvey ella trý koma saman
Orðið andakt er sprottið úr týska ”andacht”, ið aftur er runnið úr ”andenken”, sum á góðum føroyskum kann umsetast til ”áminning”, ella kanska bønarhald.
Andaktir verða ofta lýstar sum ein styttri gudstænasta við bøn sum tí grundleggjandi og lestri úr bíbliuni, júst sum gjørt verður her í Havnar kirkju, har ein av prestunum í Suðurstreymoy lesur, heldur bøn og sálmar verða sungnir.

Í Havnar kirkju var tað so, at bæði prestarnir og kirkjuráðið vóru samd um, at kirkjan var ov litið opin, serliga í vetrarhálvuni. Støðan var soleiðis, at umframt hámessuna sunnumorgun var bert eitt annað fast tiltak á skránni, nevniliga ”Nánd”, sum er triðja hvønn mikudag.

-- -- --

TRIÐJA ØRINDI

Soleiðis ljóðar triðja ørindi í sálminum ”Nú skínur sólin bjarta”, tá morgunandakt er í Havnar kirkju:  Lurta her:

-- -- --

I summarhálvuni hevur kirkjan verið opin hvønn dag frá 1. mai til 31. august, serliga ætlað ferðafólkum. Eisini var konsertin "Matiné" hvønn leygardag, og er kirkjan vanliga væl vitjað um summarið. Nú ynsktu tey, at kirkjan skuldi brúkast oftari, og tí byrjaði ein við hesum morgunandaktunum í 2018.

Ein kann enda hesa greinina við at hyggja í fyrstu bókina í Nýggja Testamenti, evangeli'ið eftir Matteus, har tað stendur skrivað soleiðis í kapittul 18 og 20. ørindi, soleiðis sum tað er umsett í Nýggja Sáttmálanum: ”Tí at har, sum tvey ella trý av tykkum hittast til at koma saman um trúnna á meg, har eri eg hjá staddur”.

Soleiðis var eisini í Havnar kirkju fyrrapartin í gjár!

Orð/myndir: Snorri Brend
(www.folkakirkjan.fo)