Skriva út
Upptøkurnar eru til signing fyri mong
04.06.2013 Tíðindi

SJÓNVARPSGUDSTÆNASTUR: - Rættiliga nógv fólk hyggja eftir gudstænastum, møtum og andaktum í sjónvarpinum, - ja, nógv sum ein kanska ikki heldur hyggja at slíkum sendingum, sigur Erland Rasmussen av Argjum. Hann er ein teirra, sum seinastu 32 árini hevur verið við til at taka upp gudstænastur og møtir til sjónvarpið.
Eftir Snorra Brend
At tað er so, sum Erland sigur, vísa eisini hagtølini.
Kringvarpið gjørdi einaferð eina hyggjarakanning sum vísti, at hesar sendingar stóðu seg sera væl, og komu, sum nummar tvey beint eftir Dag & Viku.
- Tað er tann kristni boðskapurin, sum er drívmegin í hesum arbeiðinum hjá okkum øllum, sigur Erland Rasmussen í samrøðu við blaðið Trúboðan.
Hann fæst númest við at samskipa arbeiðið, meðan onnur taka upp.
Uppá skift
Tað var fyrst í 80'unum, at umboð fyri Fólkakirkjuna og flestu samkomur í Havn skipaðu ein bólk, sum skuldi skipa fyri andligum sendingum hjá Sjónvarpsfelagnum, sum varð stovnað seinast í sjeytiárunum.
Hesi útvegaðu eisini pening til útgerð, og soleiðis kundi farast undir upptøkur av gudstænastum, møtum og andaktum, sum vórðu send hvønn sunnudag.
Ábyrgdina av hesum hevði Jóhan Gaard Joensen, sáli, og hann fekk so onnur at hjálpa sær. Ein av teimum var Erland Rasmussen.
Í 1984 varð almenna sjónvarpið stovnað, og heitti táverandi stjórin, Jógvan Asbjørn Skaale, og tekniski leiðarin, Ragnar C. Joensen, á Jóhan um at halda fram við upptøkum av andligum sendingum, og hetta gjørdi hann trúliga, til hann doyði í 1999.
– Síðani tá hevur tað so verið mín lutur at skipa fyri hesum sendingum. Eg var nógv ár sjálvur við til at framleiða sendingarnar. Vit koyrdu tá út við útgerð og fólki við egnum bilum, so plássið var ikki altíð av tí besta, greiðir Erland Rasmussen frá.
Arbeiðsuppgáva hansara er nú at gera eina ætlan fyri alt árið, og tað plagar hann at gera í november mánaði.
Gudstænastur verða sendar annan hvønn sunnudag, og restin býtt millum hinar meinigheitirnar eftir einum ávísum lykli, sum varð gjørdur, tá byrjað varð, - alt eftir, hvussu stórar meinigheitirnar vóru.
Skriv verður sent út til meinigheitirnar, har tey verða kunnað um, hvussu nógvar sendingar tær eiga og nær sendingarnar skulu sendast. Tær boða so aftur frá, hvar teirra sendingar skulu takast upp.
- Men gudstænasturnar býti eg sjálvur millum kirkjurnar og prestarnar, sigur Erland.
Andaktirnar sunnukvøld verða býttar nøkulunda javnt millum øll, men prestarnir taka høgtíðirnar. Hesar verða vanliga upptiknar í Kringvarpinum.
Til signingar
Við blaðið sigur Erland, at uppgávurnar í Guds ríkis arbeiði eru so nógvar og ymiskar, og hann metir seg kunna gera eitt sindur av nyttu við hesum arbeiðinum.
Hann veit somuleiðis, at arbeiðið hevur verið mongum til signingar.
– Eg veit um fólk, sum eru komin til trúgv á Jesus við at hava sæð sendingarnar í sjónvarpinum. Og tað er endamálið við arbeiði okkara, so tað er gleðiligt at hoyra og gevur hug at halda á, sigur Erland Rasmussen.
MYND:
- Fólk hyggja eftir kristnu sendingunum í sjónvarpinum, sigur Erland Rasmussen, sum her stendur aftanfyri eitt upptøkutól við eina gudstænastu í Mykinesi
(Myndatøka: Osvald Joensen)
Onnur tíðindi