Skriva út
Uni Næs takkar fyri tíðina í Havnar kirkju
12.12.2025 Tíðindi

Komandi sunnudag 14. desember hevur Uni Næs, dómpróstur, fráfaringargudstænastu í Havnar kirkju kl. 11.
Uni Næs tók við kallinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi 1. februar 2010. Sama dag tók hann við embætinum sum dómpróstur.
Við atliti at gudstænastuni komandi sunnudag er tað embætið sum sóknarprestur, ið hevur fokus.
Uni hevur verið íðin, nærverandi og góður at heita á hjá kirkjuliðinum og sóknarbørnunum. Hjá honum er tænastan sum prestur eitt hjartamál.
Vælvera fólksins verður hansara egna vælvera, og sorg og tregi fólksins nemur prestin, ið er hjástaddur í avbjóðingunum og roynir at bera byrðarnar saman við fólkinum.
Nú Uni fer úr embætinum fyri aldur, takkar Fólkakirkjan fyri trúgvu tænastuna.
Onnur tíðindi