Skriva út
Ungdomsgudstænasta og familjugudstænasta
20.11.2009 Tíðindi

Ungdómsgudstænasta verður í Rituvíkar kirkju í annað kvøld, 21. nov. kl. 20. Á skránni verður sangur, tónleikur, andakt og altargangur. Eftir ungdómsgudstænastuna verður hugnaløta í missiónshúsinum.
Sunnumorgunin verður familjugudstænasta í Glyvra kirkju. Umframt evangeliið, ið einfalt verður boðað børnunum, verður ein søga fortald. Sálmar og barnasangir verða sungnir úr einum faldara. Eitt barn fer til dópin, og Barnakór Glyvra kirkju, ið telur 50 børn, fer at seta dám á gudstænastuna.
Onnur tíðindi