Skriva út

Ungdómsgudstænasta í Vesturkirkjuni 7. september

04.09.2023 Tíðindi

Hóskvøldið 7. september klokkan 19.00 verður ungdómsgudstænasta í Vesturkirkjuni.
Ung úr Meinigheitshúsinum taka sær av tónleikinum og leiða felagssangin.
Prædikan verður við ungdóminum í huga og altargongd verður eisini undir gudstænastuni. Eftir gudstænastuna verður drekkamuður við onkrum afturvið.

Vælkomin í kirkju.