Skriva út

Ungdómsgudstænasta í Vestmanna

22.10.2009 Tíðindi
Ungdómsgudstænasta í Vestmanna

Hóskvøldið 22. oktober kl. 19.30 verður skipað fyri ungdómsgudstænastu í Vestmanna kirkju.

Guðrið Hansdóttir, Jákup Lind Dam og Vestmanna kirkjukór syngja undir gudstænastuni, og prestarnir í Norðstreymoy taka lut.

Drekkamunnur verður at fáa eftir gudstænastuna.