Skriva út
Ungdómsgudstænasta í Leirvíkar kirkju
20.11.2009 Tíðindi

Leygarkvøldið 21. november kl. 20 verður ungdómsgudstænasta við altargongd í Leirvíkar kirkju. Tey ungu hava lagt gudstænastuna til rættis saman við sóknarprestinum. Tey ungu eru eisini virkin í gudstænastuni við upplestri, sangi og tónleiki. Øll eru vælkomin til gudstænastuna. Eftir gudstænastuna verður hugnaliga samvera við drekkamunni í missiónshúsinum.
Onnur tíðindi