Skriva út

Ungdómsguðstænasta fríggjakvøldið 27. Novembur kl. 21.00

26.11.2009 Tíðindi
Ungdómsguðstænasta fríggjakvøldið 27. Novembur kl. 21.00

Fríggjakvøldið er Vágs kirkja karmur um eina ungdómsguðstænastu. Tað eru teir báðir Hanus á Gørðum prestur, og Finn Johannessen, sum stíla fyri.
Hanus sigur soleiðis um tiltakið: Ætlanin er at skipa kvøldið hugnaligt, og aktuelt fyri tey ungu. Eitt kvøld har boðskapurin er konkretur og málrættaður til ungdóm.
Eftir guðstænastuna hevur Kirkjuráðið syrgt fyri onkrum góðum til matna, so at tað er bara at leggja leiðina í Vágs Kirkju fríggjakvøldið kl. 21.00.