Skriva út

Ung og eldri syngja sama sang

02.03.2012 Tíðindi
Ung og eldri syngja sama sang

Tann sum á fyrsta sinni fer til gudstænastu í Christianskirkjuni í Klaksvík, leggur í øllum førum merki til eitt: Tann framúr góða sálmasangin, ið her er.

Tí, - er tað nakað sum klaksvíkingum dáma, so er tað at syngja, og tá er líkamikið um hvat slag av fylgispæli er: Um tað er ein tónleikabólkur, eina ljómandi urga ella eitt klaver.

Fleiri góð kór hava eisini sæð dagsins ljós í Klaksvík, og fyrst á árinum dagaði eitt aftrat undan havsbrúnni - Kirkju- og ungdómskórið í Christianskirkjuni.

Og ikki kann sigast annað enn at nýstovnaða kórið fekk sera góða undirtøku frá fyrsta degi.

- Tað er týðuligt, at fólk hava saknað eitt kór í kirkjuni í langa tíð, verður sagt úr Klaksvík.

Tey sum vóru í Christianskirkjuni í Klaksvík hóskvøldið, fingu eisini høvið at hoyra hetta kórið. Hetta hendi við eina føstugudstænastu, har Ann Dahl Hansen, prestur prædikaði. Í hesum sambandi sang Kirkju- Ungdómskórið nakrar sálmar.

Vælvilji

Hvørt einasta týskvøld leita í hópatali av eldri og yngri fólkum sær í Christianskirkjuna til kórvenjing.

Úr Klaksvík verður sagt, at longu fyrsta kvøldið vóru tey um 30 ið møttu til venjing, og síðani er talið vaksið alsamt. Í dag munnu tey vera um fimmti í kórinum.

- Sangararnir í kórinum møta trúliga upp til tíðina, og eru ógvuliga jalig til hvørja venjing, verður sagt norðan úr Klaksvík.

Kórið legði fyri við at venja tríggjar sangir, ið spentu rættiliga víða í framførslu: Talan var í fyrstu syftu um ein vanligan sálm a capella, ein sálm klæddan í eitt sindur øðrvísi og meiri ungdómsvinarligan búna, og ein sálm í kanon.

Tað serstaka við kórinum er eisini tað, at aldursspennið millum sangfuglarnar eru so stórt:
Upplýst verður, at tann yngsti luttakarin er tannáringur, meðan tann elsti er um tey sjúti.

Tey, ið stjórna kórinum, eru hjúnini Jóhanna og Ólavur Johannessen og Magni Husgaard.

Orð: SB