Skriva út

Ung og eldri á kirkjuráðsvali

18.11.2025 Tíðindi
Valmynd AI (002)

Undirtøkan fyri kirkjuráðsvalinum 4. november var góð. Val var í 23 av teimum 61 kirkjusóknum. Val skal vera í kirkjusóknum, ið hava fleiri enn 499 kirkjufólk. Tær smærru kirkjusóknirnar velja sítt kirkjuráð við friðarvali.

Hugaligt var at hoyra frá teimum, ið varða av kirkjuni, at nógv ung fólk vóru á vali á hesum sinni. Fólkakirkjan eigur sum Guðs og fólksins kirkja at fevna bæði yngri og eldri. Limir fólkakirkjurnar hava eina felags fólkaræðisliga ábyrgd av, at kirkjan er í góðum og tryggum hondum.

Í 8 kirkjusóknum vóru yvir 40% á vali.

Í 6 kirkjusóknum vóru yvir 30% á vali.

Í 6 kirkjusóknum vóru yvir 20% á vali.

Í 3 kirkjusóknum  vóru undir 20% á vali.

Heima á Sandi vóru 47,7% á vali. Skála lá á øðrum plássi við 47,6.

Sagt yvirskipað var tann lakasta luttøkan í prosentum í Suðurstreymoy. Tann lægsta luttøkan í eini kirkjusókn var 18,2%.

Leiðslan í fólkakirkjuni takkar teimum, ið høvdu ábyrgd av valinum, fyri væl úr hondum greitt arbeiði. Gleðiligt er tað, at fólkaræðið í fólkakirkjuni hevur tað gott.