Skriva út

Undirvísingargudstænastur í Eiðis prestagjaldi í heyst

31.08.2023 Tíðindi

Í næstum verður skipað fyri 6 undirvísingargudstænastum í Eiðis prestagjaldi. Undirvísingargudstænasturnar verða 2 dagar í september, oktober og november, har ið nomið verður við nakað av tí heilt grundleggjandi í okkara kristnu trúgv. 
Øll eru hjartaliga vælkomin.

Altargongd verður eisini hvørja ferð.

Skráin:

03. september kl. 11.00 í kirkjuni við Norðskála.
    Evni: Trúgvin.

24. september kl. 11.00 í Gjáar kirkju og kl. 13.00 í Funnings kirkju.
      Evni: Avnoktanin.

01. oktober kl. 12.00 í Eiðis kirkju.
Evni: Lógin og evangeliið.

15. oktober kl. 12.00 í kirkjuni við Norðskála.
Evni: Játtanarritini.

12. november kl. 11.00 í Funnings kirkju og kl. 13.00 í Gjáar kirkju.
Evni: Náðimiðlarnir.

19. november kl. 12.00 í Eiðis kirkju.
Evni: Dómurin.


Eiðis prestagjald