Skriva út

Undirvísing í orgulspæli

27.04.2023 Tíðindi

Møguleiki er nu aftur fyri at tekna seg til orgulundirvísing í Føroya musikkskúla. Undirvísing verður givin bæði børnum og ungum, sum ikki áður hava spælt nakað ljóðføri og vaksnum, sum duga at lesa nótar. Víðariútbúgving verður eisini givin organistum, sum kunnu hugsa sær at læra meir.

Nógvastaðni er stórur tørvur á organistum. Tí hevði tað verið gott, um fleiri lærdu seg at spæla orgul. Fyri at koma tørvinum á møti er brúk er fyri øllum kreftum - bæði børnum, ungum og vaksnum.

Um onkur tykkara kennir ein, sum møguliga vil læra at spæla, hevði tað verið gott at spurt viðkomandi, um hann ella hon hevði hug at tekna seg til regluliga undirvísing ella til ein royndartíma hjá einum orgullærara. Tit kenna tykkara nærumhvørvi og kunnu kanska seta tykkum í samband við onnur á staðnum, sum kenna tey ungu og børnini. Kanska kunnu tey bera boðskapin um møguleikan at spæla orgul víðari, so onkur, sum als ikki hevði hugsað um møguleikan, fær hug at royna at spæla orgul.

Musikkskúlin hevur nú í nógv ár givið regluliga undirvísing í klaverspæli. Kanska er onkur, sum fyrr hevur spælt klaver og nú fegin vil læra at spæla orgul. At duga klaverspæl og at lesa nótar er gott útgangsstøði fyri at læra at spæla orgul. Tað kann eisini vera onkur vaksin, sum fyrr hevur spælt orgul, sum nú hevur hug at byrja aftur.

Afturat orgullærarum, sum arbeiða í Musikkskúlanum, eru eisini organistar, sum geva frálæru í orgulspæli. Tað er bara at venda sær til organistin á staðnum og spyrja – so kann hann kanska sjálvur undirvísa ella vísa til annan organist ella til Musikkskúlan.

Áhugaði eru vælkomin at venda sær til Gudmund Mortensen, orgullærara á tel.281102 ella gudmundellis@hotmail.com um meir kunning.

Frá 1. maj 2023 er opið fyri tekning til orgulspæl í Musikkskúlanum á www.tm.fo.