Skriva út

Ummæli: Ein friðartími í Havnar kirkju

04.03.2011 Tíðindi
Ummæli: Ein friðartími í Havnar kirkju

Heini Gaard leygardagur 26. februar 2011


Hvussu stórt upplivilsi er tað, at einki - als einki - hendir?
Hvussu skal man lýsa fullkomna tøgn?Tað var avbjóðingin, tá eg fyri fyrstu ferð nakrantíð fór til Nánd - ein tími við kvirru, sum Havnar kirkja skipaði fyri mikudagin, og sum skal vera eitt afturvendandi tiltak komandi mánaðirnar."Tað kann man ikki!", var instinktiva niðurstøðan hjá yvirritaða.Tað liggur ikki til journalistar at leita eftir støðum, har eingin hevur nakað at siga, tvørturímóti, so liggur tað líkasum í fakinum, at journalistikkur er bestur, tá hann er har, sum tingini henda - ikki har, sum tingini ikki henda.Men tað var júst tað, sum skuldi vísa seg at vera stóra upplivingin í Havnar kirkju mánadagin.For the record, so segði eg í fyrstu atløgu nei. Eg tímdi ikki at brúka ein tíma aftan á vanliga arbeiðstíð í kirkjuni. Tað kann ikki koma nøkur góð grein burtur úr tí, helt eg.Men tá eg kom heim og fortaldi konuni um løgna hugskotið, var hon skjót at svara:"Far nú Heini. Nær heldur tú, at tú fært møguleikan aftur at sita í frið og náðum uttan at skula hugsa um nakað?". Hesi orð frá konuni fingu meg at hugsa. Við til søguna hoyrir sjálvandi, at eg arbeiði rættiliga nógv, havi fýra smá (framúr fitt) børn millum null og tíggju og so eini sethús, sum líka síðani, tey vóru keypt, hava verið eitt....ahemm... hondverkaraprojekt.Eg eri ikki eins trúgvandi maður sum prestur, men eri tó bæði doyptur og konfirmeraður eins og tey flestu og gangi so at siga bert í kirkju, tá fólk skulu giftast ella jarðast. Konan, hinvegin, sum er katolikkur, gongur javnan í kirkju,. Tá plagi eg at taka mær av sunnudagsdøgurðanum.Eg havi tó fyri langari tíð síðani funnið útav, at best er sum oftast at gera sum konan sigur, og tí var støðutakanin tikin upp til revisjón, og lítla løtu seinni var eg á veg í kirkju.

Kvirra

Komin oman í kirkjutúnið seti eg Blackberry-telefonina á ljóðleyst.Hetta er eitt fanansaktiga virkið apparatur, sum kimar og blinkar, bæði tá onkur ringir, sendir sms-boð, teldupost, tjattar á messenger ella skrivar á mín Facebook-profil.Eg vil ikki órógvast nú, so eg køvi ljóðið í henni.Umhugsi kortini eina løtu at seta hana í ristimode, so eg føli hana í buksulummanum, um onkur vil mær okkurt týdningarmikið. Men eg forði mær sjálvum at fylgja freistingini og stingi hana í lumman við lyftinum um ikki hyggja at henni, fyrr enn eg um ein tíma ella so standi aftur á trappusteininum uttan fyri kirkjuna.Innkomin sessist eg á ein av teimum aftastu bonkunum, vinstrumegin í Havnar kirkju.......Nógvir tankar náa at fara gjøgnum høvdið, tá tú í ein heilan tíma als ikki verður órógvaður.Tað er pinnastilt í kirkjuni.Sverri Steinhólm, prestur situr frammi í kóri, og vit eru eini tíggju fólk, sum sita kúrr í kirkjuni.Dagurin hevur - sum allir dagar - verið hampiliga hektiskur á redaksjónini á Dimmalætting, og tað fyrsta, eg varnist, er, at tað syngur í oyrunum - akkurát sum tá tú leggur teg at sova, eftir at hava verið í býnum til konsert við kraftarmiklari decibel.Hurðin gongur stillisliga, og ein eldri kona kemur inn og setur seg.Hvat munnu fólk fáa burtur úr hesum tímanum í kirkjuni?, hugsi eg. Eru tey trúgvandi, sum finna stuðul í einari kirkju? Ella eru tey her fyri at fáa ein tíma í friði uttan kukkiblæur, barnagrát ella deadlines og skeldandi stjórar? Tað eru vaksin fólk í øllum aldri í kirkjuni og ikki bert eldri fólk, sum ein kanska skuldi trúð.Uttan at vita tað, hugsi eg, at fleiri av teimum, sum koma og fara úr kirkjuni hendan tíman, ikki eru vanligir kirkjugangarar sunnudagar. Onkur er uttan iva, men tað eru eisini fólk sum eg, sum ikki javnan ganga í kirkju, men sum dámar tankan um ein heilan tíma uttan kimandi telefonir, tíðindi, internet, arbeiði, ferðslu og alt hitt, sum hoyrir modernaða lívinum til og sum áhaldandi hálar og skræðir í teg.Satt at siga er tað er ein lætti, at prestur í dag - fyri einaferð skyld - ikki prædikar í kirkjuni.Ein maður kemur inn í kirkjuna og fer sum tann fyrsti upp til altarið, har hann leggur seg á knæ at biðja. Ella tað haldi eg, hann ger. Eg veit av góðum grundum ikki, hvat hann hugsar um, og eg spyrji hann ikki. Maðurin skiftir so teskandi orð við prest, og skjótt er hann farin aftur.Knappliga varir tað meg, at kona mín hevði rætt.Tað er friðurin í kirkjuni, sum er fantastiskur. Fullkomin friður er nýggjasta marglætisvøran. Tað, sum tey fáu hava tíð ella ráð til. Friðin til ikki at at gera ella hoyra nakað sum helst yvirhøvur. Friður er rein sál, friður er sum salva á turkaðar føtur, ja næstan rein egoisma. Eg, meg, mær og mítt, fullkomiliga uttan at nakar sleppur at órógva mína løtu.Hurðin gongur aftur. Tað hoyrist og er irriterandi, tí tað órógvar hendan sæla frið, sum knappliga er vorðin mín. Mín. Eg eigi hann, og eg, sum eigi fýra fitt børn og kann øsa meg nakað so ræðuligt inn á fólk, sum halda, at børn á almennum støðum (vanliga væluppdrigin børn og ikki lortungar) eru irriterandi, fangi meg sjálvan í at sita og hugsa, at skilabest hevði helst verið, um børn vóru bannlýst til hesar stillu løtur í kirkjuni.Kirkjuklokkan, sum hevur ringt eina ferð fyri eitt korter, tvær ferðir fyri tvey o.s.v. ringir fýra ferðir, og tímin er farin. Løtan er livað. Tað surrar ikki longur í oyrunum."Eg fari sku aftur!", er mín fyrsta reaksjón. Hon tekur meg eitt sindur á bóli, tí eg plagi ikki at tíma serliga væl í kirkju og havi ongantíð í lívinum verið fastur gestur í nakrari kirkju ella samkomu.Tá eg aftur standi uttan fyri á kirkjutrappuni, stingi eg hondina í lumman eftir telefonini fyri at kanna, um heimurin stendur enn. Tríggir teldupostar eru komnir. Eingin teirra av nevnierdugum týdningi, og heimurin er tann sami.Stjórin í Almannaráðnum kemur rennandi framvið kirkjuna (eingin politisk gøla, hann er í renniklæðum). Eg seti meg í bilin og tendri motorin. Í somu løtu tendrar útvarpið eisini, og røddin í Beintu Løwe Jacobsen setir ferð aftur á tilveruna.Friðartímin er av á hesum sinni, og eg ætli mær fleiri av slagnum.
Dimmalætting © 2011